Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Gunvør Balle; Viðmerkingar til støðuna á dagstovnaøkinum

Innanlands, Lesarabrøv | 16/07-2019 13:00

Í sperdu støðuni sum er, er skiljandi at tað er stór ørkymlan og frustrasjón millum leiðarar og starvsfólk á dagstovnaøkinum.
Eftir innslagið í D&V fríggjakvøldið 12. Juli hava verið nakrar viðmerkingar, bæði frá Pedagogfelagnum og starvsfólkum á økinum.

Tað er lætt at verða misskiltur í einum stuttum sjónvarpsviðtali og man fær ikki tíð at fara í dýpdina. Virksemið á dagstovnaøkinum er ov komplekst til at viðgera í 2-3min.

Ein misskiljing snýr seg um úttalilsið um, at fáa aðrar starvsbólkar inn á økið. EIN gongd leið (millum nógv onnur átøk) er at um og tá lærarar og td. sálarfrøðingar starvast á økinum, so eiga hesir at verða løntir eftir pedagog sáttmálanum, ikki avvarðandi sáttmála. Og hetta er aktuelt á frítíðarskúlaøkinum, ikki á vøggu- og barnagarðsøkinum.

Annað evni er trygdin. Har standa vit í Tórshavnar kommunu framvegis inni fyri at tað er trygt at senda børn á dagstovn í kommununi. Starvsfólkatrotið er okkara størsti trupulleiki og vit lata ikki stovur upp, har tað ikki er nøktandi starvsfólkaorka og á øllum stovnum er námsfrøðilig leiðsla til staðar.

Viðv. normeringini er neyðugt, at vit dyrka tann partin, ið kann kallast fyrireikingartíð ella ‘tíð til annað arbeiði’. Hetta er serliga neyðugt nú, tá lutfallið er so skeivt í tímatali millum námsfrøðingar og hjálparfólk. Eg ynski, at vit fremja átøk, ið merkjast á gólvinum, við betri sømdum til tað námsfrøðiliga arbeiði.

Eg vil enn einaferð undirstrika, at vit skilja fult og heilt álvaran í støðuni og tað hevur hægstu politisku raðfesting at bøta um arbeiðsumstøðurnar á økinum. Saman við dagstovnaleiðarum, Pedagogfelagnum og øðrum avvarðandi pørtum fer umsitingin komandi tíðina at fremja ymisk átøk, sum eiga at fara at hjálpa.

Tó vóni eg tað er forstáilisi fyri, at vit kunnu ikki ganda í einari støðu, har arbeiðsmarknaðurin er so sperdur sum hann er í løtuni. Men vit vilja gera tað, vit megna, fyri at lætta um truplu umstøðurnar á dagstovnaøkinum.

Gunvør Balle
Forkvinna í mentamálanevndini


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi