Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jónleif Johannesen: Ein kann ikki koyra fram í bakkgir

Innanlands, Lesarabrøv | 16/07-2019 20:00

Tá tað nærkast vali, vilja allir flokkar tekkjast javnaðarpolitikkinum. Tað er ein royndur lutur. Sjálvt Fólkaflokkurin, ið liggur á konservativa borgarliga høgravonginum roynir seg nú til vali, við nýggjum slagorðum. Slagorð og hugsanir, har broytingar sleppa fram at. Slagorð og hugsanir, sum hoyra undir javnaðarhugsjónina, og sum kosta skattakrónur. Og hetta at vilja fáa góðar tænastur, men ikki gjalda fyri tær, ger, at fólkaflokspolitikkurin er í tvístøðu. Ein kann nemliga ikki koyra fram í bakkgir. Úrslitið er, at Fólkaflokkurin, sum í fýra ár var so afturhaldsgreiður, nú stendur fættur sum nýfolað fyl í fløkjum millum blómur.

Við at tekkjast øllum, men ikki hava fólksliga grundvøllin at byggja á, er Fólkaflokkurin ótýðiligur. Vit vita jú øll, at tað hongur ikki saman, tá Fólkaflokkurin sigur, at øll skulu hava meira, men vinnan skal einki rinda og eingin skal rinda meira enn 30 % í skatti.  


Fólkaflokkurin hentar politiska lesull, stingur í munnin og blæsir so í allar ættir. 


Í fýra ár var boðskapurin : hjúnarbandið er millum mann og kvinnu. 
Nú er boðskapurin: Um undirtøka er fyri tí, er hjúnarbandið millum mann og kvinnu. 


Í fýra ár var boðskapurin: Vit skulu bakka aftur til gomlu fiskivinnuskipanina. 
Nú er boðskapurin: Stjørnuskot okkara hevur sannført okkum um, at fiskvinnunýskipanin skal ikki rullast aftur. 


Í fýra ár var boðskapurin: Føroyar skulu rúma føroyingum. 
 Nú er boðskapurin : Fjølbroytni ríkar samfelagið. Brúk og pláss skal vera fyri øllum fólkabólkum her á landi – og samstundis “Nei til flóttafólk”.


Í fýra ár var boðskapurin greiður. Nú tað nærkast vali, rópar alt í hvør sína ætt. Formanskandidatar stinga seg upp við sambandspolitikki, stjørnuskot við javnaðarpolitikki, og formaðurin vil koyra fram í bakkgir.

Í fýra ár var boðskapurin: Bústaðir skal ikki hava pengar at byggja fyri. Nú er boðskapurin: Bústaðir skulu byggja allastaðni. 
Vónandi letur veljarin seg ikki lumpa. Tey, sum vilja fólkaflokspolitikk, veljið lista A. Vit onnur, ið vilja javnt góða, sterka og trygga vælferðarsamfelagið, standa okkum best við at velja Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkin, ið greitt hevur meldað út, at vit ikki fara í samgongu við konservativa borgarliga høgraflokkin. Tí vit kunnu ikki hava sama politikk. Óansæð hvat floksformenn, stjørnuskot ella formanskanndidatar í fólkaflokkinum siga, nú valið nærkast. 


Jónleif Johannesen, javnaðarfolkkurin 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi