Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eyðgunn Samuelsen: Kom og takið synd í Fólkaflokkinum

Innanlands, Lesarabrøv | 17/07-2019 18:00

Hóast tað ljóðar so í greinini hjá Anniku Olsen, so gongur undirritaða ikki í so smáum skóm, at eg ikki kann staðfesta, at har eru góð avrik framd í hennara tíð.

Tykist sum Fólkaflokkurin hevur trupult við at finna sín samleika fyri tíðina.Onnur hvør grein frá
teimum snýr seg um, hvussu óreinur Javnaðarflokkurin er, tí hann sigur, at vit vilja fegin samstarva
við Fólkaflokkin eins og allar aðrar flokkar, men vit fara IKKI í samgongu við flokkin, tí vit
hugsjónarliga liggja ov langt vekk frá hvørjum øðrum.Hin parturin av boðskapinum hjá
Fólkaflokkinum er, at annaðhvørt valevni vil rulla allar tær ræðuligu skipaninar aftur, ið henda
samgongan hevur framt, meðan tey nýggju valevnini kappast um at bedýra, at onki skal rullast aftur.
Ei undur í at veljarin stendur spyrjandi.

Seinasta greinin er aftur um, hvussu synd tað er í Fólkaflokkinum. Annika Olsen er so hørm, tí nú
hevur Javnaðarflokkurin tikið patent uppá sosiala økið, og hon hevur framt ein langan avrikslista
sum fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum. Sjálvandi hevur Annika Olsen, sum eitthvørt
annað landsstýrisfólk, ein avrikslista at vísa til. Tað vildi verið løgið annað eftir at hava sitið í 4 ár.
Tað snýr seg tó ikki bara um longdina á listanum, men eisini hvat innihaldið er, og hvussu tað ger
mun fyri borgaran í gerandisdegnum.

Hóast tað ljóðar so í greinini hjá Anniku Olsen, so gongur undirritaða ikki í so smáum skóm, at eg
ikki kann staðfesta, at har eru góð avrik framd í hennara tíð. Onnur eru minni væl eydnað. Eg hugsi
serliga um útleggingina á eldraøkinum, ið bæði viðførdi stóran mun á, hvørja tænastu borgarin fær,
alt eftir hvar í landinum viðkomandi býr, og ósemjurnar um markamótini, har borgarar eru í vanda
fyri at detta niður ímillum skipanir.
 
Langur byggilisti
Eg kann bara staðfesta, at allar byggiverkætlanir, undantikið depilin í Sandoynni, ið fóru í gongd
meðan Annika Olsen sat við róðrið, vóru samtyktar og fyrireikaðar undir Rósu Samuelsen.
Fyrireikingararbeiðið varð mestsum alt gjørt, so eftir var bert at seta spakan í. Tí tað er ein
sannroynd, at tað tekur tíð at fyrireika byggiverkætlanir. Verkætlanin við íbúðum til sálarsjúk í
Tórshavn hevði ligið eini 10 ár á tekniborðinum. Leigubústaðirnir eru allir bygdir av Bústøðum. Eg
nevni hetta, tí Bústaðir er ikki ein stovnur, ið Fólkaflokkurin vanliga vil vita av.
Hinvegin kann staðfestast, at onki varð gjørt við tann ovurstóra tørvin á vardum bústøðum í
Suðurstreymoy, har meginparturin av verandi sambýlum vóru skrásett sum reyðir bygningar av
Landsverki. Tað vil siga, at bústaðirnir vóru í so ringum standi, at har var ikki inniverandi, umframt
at bíðilistin til bústað var langur.
Í hesum samgonguskeiðnum eru 3 stórar byggiverkætlanir fyrireikaðar og um at verða klárar at seta
í gongd :

Sambýlið í Reynstúni 18 búpláss
Sambýlið á Mýruni 18 búpláss
Bú- og umlættingardepilin til børn og ung við autismu 6 búpláss, 6 umlættingarpláss umframt
virkniseind
Haraftrat er avtala gjørd við Bústaðir um 3 búfelagskapir, og arbeitt verður við einari alternativari
loysn um ein búfelagsskap í Tórshavn í samstarv við ein privatan veitara.
Meðan arbeitt hevur verið at fyrireika stóru byggiverkætlaninar er ein miðvís um- og útbygging
farin fram av verandi sambýlum og bústovnum, nevnast kunnu:
Bóndaheygur  2 íbúðir aftrat, so har eru 7 íbúðir
Garðsgøta 2 íbúðir
Torfinsgøta  7  búpláss
Hóvabrekka 11 búpláss
Umframt at Eiragarður verður umvaldur, og Dugni skúlin er liðugt umvældur.
 
Onnur avrik
Annika Olsen nevnir eisini onnur avrik, ið hon hevur framt.
Millum annað, at hon setti skjøtil á vælferðarlógina. Rætt er tað, at hon setti ein arbeiðsbólk, men
tann arbeiðsetningurin, ið hann hevði fingið, víkir grundleggjandi frá tí arbeiði, ið nú var borðin
niðan í løgtingið.
 
Millum annað skuldi arbeiðsbólkurin ikki viðgera viðlíkahaldsvenjing og flutning. Bara hetta eru
tvey so stór og grundleggjandi mál, ið viðkoma so nógvum borgarum, at eg ikki hevði nevnt lógina
vælferðarlóg uttan at taka hond um, at borgarin skal fáa viðlíkhaldsvenjing og hava møguleika at
fáa flutning til tær tænastur, ið viðkomandi hevur brúk fyri. Viðlíkahaldsvenjingin og heimildin at
seta eina flutningsskipan á stovn eru tvey av teim stóru nýbrotunum við vælferðarlógini.
 
At enda kann eg nevna nøkur av teim stóru avrikunum, ið eru framd í hesum samgonguskeiðnum:
Pensjónsnýskipan, ið tryggjar øllum, ið bert hava pensjón og Samhaldsfasta 1.500 kr meir at liva
fyri.
Familjuískoyti er sett í verk og síðan hækkað fyri barnafamiljur við sera lágum inntøkum.
Fyritíðarpensjónistar hava 1.000 kr. meira at liva fyri
Veitingin til tillagað starv rt hækkað
Leigulógin er dagførd
Bráðtørvslisti settur á stovn
Kommunur hava fingið heimild til at byggja til aldursbólkin 60 +

Avtala er gjørd um 200 bíligar leigubústaðir
 
Jú sannliga eru avrik framd í hesum samgonguskeiðnum, ið øll hava til endamáls at lætta um hjá
teimum, ið frammanundan hava tað trupult. Hóast tølini í samband við fátækraváða flyta seg
ómetaliga spakuliga, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvussu tey høvdu sæð út, um átøkini
omanfyri ikki vóru framd. Havi trupult við at ímynda mær, at hesi átøk høvdu havt fremstu
raðfesting Fólkafloksins, nú hann sigur seg vera so sosialan.
 
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi