Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Soleiðis loysa vit bústaðartrupulleikan?!

Innanlands | 20/07-2019 12:00

Bústaðartrupulleikin er 2.000 bústaðir ella 4.000 milliónir. Nógv verður tosa. Eg vísi á eina garvilla loysn sum ikki er ómøgulig.

Endamálið við at flyta 1.000 arbeiðspláss úr Tórshavn og býlisstuðli er, at økja eftirspurningin eftir húsum á bygd. Endamálið við  bjálvingarstuðli á bygd er at økja útboðið á bygd. Á hendan hátt hækkar húsaprísurin og bankar kunnu tá lána pengar til sethús á bygd.

Uppskot 1:          Vit bíða eftir næstu kreppu og so loysir tað seg sjálvt! (skemt frá mínari síðu, men tað tykist, sum fleiri arbeiða eftir hesum leisti)

Uppskot 2:          Vit flyta 1.000 – 2.000 arbeiðspláss úr Havnini. Landskassin stuðlar privatum at keypa sethús og setur treytir um at Bústaðir bara kann byggja/keypa uttanfyri Tórshavn. So kunnu  privat fólk og Bústaðir keypa og renovera gomul sethús á bygd. Passandi tal av hesum skal verða íbúðir at leiga. Vit lata spekulantar í Havn, (sum í dag tjena 500.000 pr. íbúð) byggja dýrar íbúðir á parkeringsplássini í Havn, sum verða tøk, tá bygdamenn ikki noyðast til Havnar til arbeiðis. Ynskir Tórshavnar kommuna bíligar íbúðir, so kann hon bara útstykkja. Tað einasta, sum er størri enn eftirspurningurin eftir sethúsum í Suðurstreymi er hagin.

Uppskot 1 er so langt úti, at tað er ikki neyðugt at viðmerkja. Men tað eru nógv, sum tosa, men onki gera. At enda gerst hetta veruleiki.

Uppskot 2 er rættuliga vilt. Men tað kann brúkast til onnur at koma í gongd. Av tí at onki annað reelt uppskot er, so er tað fyribils á hædd við tað frægasta vit higartil hava hoyrt.

3-4.000 pendla dagliga til Havnar

Tað eru rættuliga nógv fólk, sum pendla til Havnar til arbeiðis. Í 2011 vóru tað 2.668 fólk. Nú er talið kanska 4.000 Tí ber væl til at flyta minst 1.000 arbeiðspláss úr Tórshavn, uttan at Tórshavn merkir nakað sum helst.

Hetta er grønur politikkur sum vil nakað

Umvæla vit gomul sethús, minkar CO2 útlátið 50% (vísindalig kanning í DK). Hetta eiga vit at stuðla úti á bygd, soleiðis at tey sethús, í eru har, koma til sín rætt. CO2 útlátið minkar, tí at færri skulu koyra langt til arbeiðis.

Færri bilrøðir ger, at fólk sita styttri í bilinum og kommunan sleppur undan at seta upp ljóskurvar, sum gera, at bilrøðir gerast uppaftur longri.

Nógv bíligari á bygd

Tá bygdamenn aftur fara til arbeiðis á bygd, ber til at uppsiga dýr leigumál í Havn og leiga bíligari á bygd. Her er rættuliga nógv at spara. Kann minna á fyrispurningarnar um hvussu nógvar fermetrar tað almenna brúkar í hvørjari sýslu.

Á hendan hátt økist eftirspurningur eftir húsum á bygd og prísur hækkar og so kunnu bankar veita fólki fígging. Bæði til at keypa gomul hús og til nýbygging. Somuleiðis hevði tað gjørt at húsaprísir í Havn lækkaðu munandi.

Hetta er so ein fyribils roynd at vísa á hvussu ein trupulleiki á 4.000 milliónir kann loysast. Og hendan loysn hevði kosta rættuliga nógv minni enn 4.000 milliónir. Men vit tosa framvegis um risastór tøl.

Lítið skil á í Havn og tí kunnu tey ikki fáa somu sømdir

Til býráðspolitikarar í Havn, sum taka sær hetta nær, kann eg upplýsa at øll vanlig skilafólk langt síðan høvdu útstykkja bø og haga og gjørt pláss fyri teimum bústøðum tørvur er á. Tit útstykkja í staðin parkeringspláss og byggja høgar bygningar, sum taka útsýni frá øllum. Tað loysir ongan trupulleika.

Pengar eru ovmikið av í Havn. Bankar játta fígging til nýbygging. So tað er bara at fara í gongd. Men tit lata spekulantum øll grundstykkini til at byggja dýrar íbúðir.

Vinningur pr. íbúð er 5-600.000 sambært tí ein hoyrir. Tær eru tí so dýrar, at tær ikki kunnu forrentast sum leiguíbúðir. Tað áttu tit at kunna gjørt betri. Harumframt fáa óneyðuga dýrir bústaðir óneyðuga nógvan rentustuðul.

Tað er langt uttanfyri mark at veita landskassastuðul til óskili í Havn. Tað er órættvíst móti teimum, sum veruliga mangla eitt stað at búgva. Tað kann landskassin ikki stuðla.

Tit eru tó vælkomin aftur, og fáa somu treytir, tá tit hava rudda upp hjá tykkum sjálvum.

Tá tit ikki megna at loysa trupulleikan í Havn, so noyðast onnur at loysa hann.

 

Summa summarum

Hetta er sett upp í skemtiligari skjótari vending. Men tað er tó meira gjøgnumhugsa enn parkeringspláss í Kollafirði og bussar fyri rest.

Eivind Jacobsen

Strendur

 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi