Andrias vitjaði á Ráðhúsinum
Herfyri framdi ungi havnarmaðurin, Andrias Høgenni, tað bragd at vinna virðisløn á filmsfestivalinum Cannes í Fraklandi.
Andrias vann Canal+ virðislønina í Semaine de la Critique fyri stuttfilmin “Ikki illa meint”.
Í vikuni var Andrias á gátt hjá borgarstjóranum saman við familjuni, har tey fingu eitt prát um film og framtíðarætlanir.
Filmsleiðin hjá Andriasi Høgenni byrjaði í Klippfisk, sum Tórshavnar kommuna hevur stuðlað væl øll árini. Síðani er nógv hent hjá filmsleikstjóranum, men enn vitjar hann javnan í Klippfisk, har hann eisini undirvísir í filmsskeiðum.
Cannes er filmsstevna fram um aðrar, og virðislønin í Cannes hevur eisini latið nýggjar dyr upp hjá føroyska filmsleikstjóranum.
- Spennandi verður at fylgja yrkisleiðini hjá Andriasi, sum eisini vísir, at arbeiðir tú miðvíst og við dugnasemi, so røkkur tú langt, segði Annika Olsen, borgarstjóri, millum annað, tá ið hon tók ímóti Andriasi Høgenni og familjuni á Ráðhúsinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur