Rognkelsistøðin í Svínoy fer skjótt í gongd
Gongst sum ætlað, fer gamla smotlstøðin í Svínoy seinni í summar í gongd at ala rognkelsi. Trý til fýra fólk fara at arbeiða á støðini fyrstu tíðina.Ein rakstrarleiðari, ein maskinmeistari og eitt ella tvey starvsfólk aftrat. Tað skrivar seinasti Maskinmeistarin, sum er fakblaðið hjá føroyskum maskinmeistarum.
Upprunaliga varð smoltstøðin í Svínoy nýtt til aling av laksi. Tað var Bjarni Jacobsen, sum lat smoltstøðina byggja í seinnu helvt av áttatiárunum. Tað gekk væl í fleiri ári, og fleiri fólk vóru eisini í arbeiði. Men um aldarskiftið, tá tíðirnar hjá bæði laksaalarum og smoltalarum versnaðu av álvara, gekk aftur á hond við smoltstøðini í Svínoy, sum at enda noyddist at gevast við virkseminum. Seinastu trý árini hevur Sjúrður Jacobsen, sonur Bjarna Jacobsen, arbeitt við ætlanini at lata støðina uppaftur, og nýta hana til rognkelsialing. Rognkelsini skulu nýtast at halda lúsapláguni í alivinnuni niðri, skrivar Áhugfelagið Antares.
Umframt Sjúrð Jacobsen er eisini Bakkafrost við í ætlanini at ala rognkelsi í Svínoy.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur