Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kommunala Eftirlitið góðkent Spaniastovu-verkætlanina

Innanlands | 20/07-2019 16:00

Soleiðis sum málið er lýst, metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at stuðulin til Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúnni, og at grundarlag ikki er fyri at halda, at kommunan hevur stuðlað Spaniastovu í stríð við lóggávuna.

Kommunala Eftirlitið hevur gjørt niðurstøðu í málinum um avrikssáttmálan millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu, har eftirlitið staðfestir, at kommunali avrikssáttmálin við Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúini og er í tráð við lóggávuna, og eftirlitið metir ikki, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og umleggingina av ungdómshúsinum.

Kommunala Eftirlitið, sum bygnaðarliga er partur av Heilsu- og Innlendismálaráðnum, hevur í skrivi til Klaksvíkar kommunu, dagfest 10. juli 2019, boðað frá sínum niðurstøðum í mun til avrikssáttmálan, sum Klaksvíkar kommuna og Spaniastova hava gjørt til tess at veita borgarunum í kommununi og landinum øllum mentanarupplivingar og framførslur av ymiskum slag.

 

Í skrivi sínum greiðir Kommunala Eftirlitið millum annað soleiðis frá málinum: 

Í greinum á www.nordlysid.fo frá 4.-15. januar 2019 varð róð framundir, at Klaksvíkar kommuna hevur samtykt at stuðla privatari fyritøku, og at avtala varð gjørd við ein kommunalan stovnsleiðara um at fara úr kommunala leiðarastarvinum, samstundis sum býráðið tryggjaði privata felagið hjá fráfarandi stovnsleiðaranum fíggjarliga. Tann 20. februar 2019 sendi Heilsu- og innlendismálaráðið teldupost til Klaksvíkar kommunu og bað kommununa um at lýsa málið og at senda ráðnum øll skjøl í málinum.

Í telduposti tann 3. apríl 2019 sendi kommunan eina lýsing av málinum, har eitt nú greitt verður frá, at talan er um tvey viðurskifti, har annað snýr seg um eina avrikssáttmála við Spaniastovu, meðan hitt var umlegging av ungdómshúsinum, Húsið, sum hevði tørv á nýggjari byrjan.

Í teldupostinum verður upplýst, at kommunan hevur gjørt ein avrikssáttmála við Spaniastovu galdandi fyri 5 ár. Upphæddin í sáttmálanum er ikki føst, men verður ásett árliga við støði í eini eftirmeting av virkseminum.

 

Klaksvíkar kommuna metir, at stuðulin til Spaniastovu er ein partur av nátúrliga kommunala virkseminum, og at hetta er ein partur av kommunufulltrúnni. Kommunan metir, at Spaniastova hevur týdning fyri mentanarumhvørvið í Klaksvík, og við avrikssáttmálanum rindar kommunan felagnum eina mánaðarliga upphædd fyri at veita eitt ávíst tal av mentanarupplivingum. 
Kommunan sendi tann 7. mai 2019 Heilsu- og innlendismálaráðnum øll skjøl í málinum.

Víðari greiðir Kommunala eftirlitið í skrivi sínum frá lógargrundarlagnum og egnum viðmerkingum til málið og tekur síðan at enda soleiðis saman um málið:

 

Niðurstøða:

Soleiðis sum málið er lýst, metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at stuðulin til Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúnni, og at grundarlag ikki er fyri at halda, at kommunan hevur stuðlað Spaniastovu í stríð við lóggávuna. Soleiðis um málið er lýst er ei heldur grundarlag fyri at halda, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og umleggingina av ungdómshúsinum.

skrivar klaksvik.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi