Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tobbi: Bók løgd fram í Gjógv

Innanlands | 20/07-2019 22:00

Seinast eg var norðuri við Gjógv, kom eg gangandi til bygdina, eftir at hava gingið Funningslíð og Líðina hjá gjáarmonnum. Í dag akaðu vit bæði konan norður - og høvið var serligt.

Tað er ikki gerandiskostur, at nýggj bók verður løgd fram í lítlari bygd í Føroyum. So sjálvsagt hevði ættarfólk Sigurðar sett okkum stevnu í bygdarhúsinum við Gjógv seinrapartin kl. 4.

Turið hevði heitt á nøkur fólk um at lesa burturúr bókini. Eg var ein teirra. Fyri góðum 40 árum síðani, táið eg var sjómansskúlanæmingur, hevði eg ikki roknað við, at eg skuldi siga nøkur orð um merkismannin Sigurð Joensen og lesa burturúr tekstum hansara, í jørðildinum, har hann varð tilevnaður í uppvøkstrinum.

Sigurð var unikkur onkursvegna. Hann var ikki bara ein legenda - hann var eitt fenomen. Stykkjaður saman við óvanligum gávum á fleiri mótum - kropsliga og intellektuelt. So púra autentiskur - hevði tú fyrst hitt hann, gloymdi tú hann ongantíð aftur. Hartil var hann ein framúr góður kennari í sjórætti hjá navigatørum og maskinmonnum í áratíggju.

Umframt løgfrøðina og politikkin hevur hann lagt ein hóp av skrivaðum tilfari eftir seg til mentanarvarða okkara.

Í dag kom aftur ein bók úr hansara hondum - og tað er við spenningi at eg nú fari undir at lesa hesa bókina: Eimur í øsku.

Sjúrður, bróðir hansara, teknaði permumyndina - hann var í nógv ár kennari við Glyvra skúla og bygdarmaður mín.

tað skrivar Tobbi á facebook í kvøld 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi