Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Høvi at stuðla Føroysku Sjómansmissiónini í dag

Innanlands | 21/07-2019 10:30

Í dag 21. juli er árligi talvudagurin fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum um landið. Av tí at alt arbeiðið hjá sjómansmissiónini verður fíggjað við sjálvbodnum gávum, er talvudagurin ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Heilt síðani 1918 hevur Sjómansmissiónin havt ein virknan leiklut millum sjófólkið og hevur tað enn. 
Sjómansmissiónin hevur ein trúboðara í starvi, sum vitjar millum 300 og 400 skip og bátar árliga, umframt útlendsk skip í Føroyum. Hann vitjar eisini árliga í Íslandi og í Grønlandi.
40 sjómanskvinnuringar við umleið 600 kvinnum eru knýttir at Sjómansmissiónini. Teir stuðla fíggjarliga og við forbøn og gera umleið 1.200 jólapakkar um árið at lata sjófólki okkara.

Sjómansmissiónin letur føroyskum skipum sangbøkur, bíbliu, lestrabók, andaktsbók og skriftstað. Harafturat fáa tey ein geyma við hópin av kristiligum sangum og andaktum.
Sjómansmissiónin roynir eisini at stimbra sjófólki at hava møtir og andaktir umborð og at vera tjaldmakarar (verkatrúboðarar), har tey starvast.
Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík er einasta staðbundna arbeiðið uttanfyri Føroyar.
Sjómansmissiónin er eisini á facebook, so at føroysk sjófólk og onnur um allan heimin kunna njóta gott av virkseminum.
Føroyska Sjómansmissiónin takkar hjartaliga fyri allan stuðul!

Her koma nakrar ”søguligar” myndir sum eru tiknar umborð á Mascot, Fram, Hansu Mariu, Høgabergi, Grunnabarði, Stapanum, Núpi og Atlantic Navigator - í samband við andakt/møti umborð.

 

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook vanga. Myndir: TJ. myndir


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi