Sjómannafrádrátturin skal víðkast ikki avtakast
Vinnuhúsið má hava misskilt argumentini fyri sjómannafrádráttinum, og so fylgir Vinnuhúsið eisini ómetaliga illa við gongdini í sjóvinnu okkara.
Ein heilt lítil partur av sjóvinnu okkara, uppisjóvarflotin, hevur góðar dagar, hýrurnar eru góðar og ongir rekruteringstrupulleikar eru.
Restin av flotanum, alt frá línuskipum til garnaskip til trolarar, øll hesi stríðast hvønn dag við at finna fólk til komandi túr.
Ofta kemur tað fyri, at línuskipini sum skulu hava 14 mans umborð til hvønn túr, loysa við 10-12 monnum, tí at teir fáa ikki fólk.
Nýggja støðan ið íkomin er, nú fiskivinnunýskipanin bleiv trýst ígjøgnum Tingið, hevur fyri manningarnar á m.a trolarum verið ein sonn vanlukka, og eru hýrur teirra nógv lækkaðar.
Hesar manningar eru ofta so langt niðri í inntøku, at teir fáa ikki meiri enn minstuløn.
Tí er tað óðamannaverk at taka burtur sjómannafrádráttin.
Avleiðingin av tí verður, at okkara fólk flýggjar og reiðaríini fáa sær útlendska arbeiðsmegi umborð.
Tá er lítið vunnið.
Nei, heldur eiga vit at fara hinvegin og siga, at skipanin við sjómannafrádrátti eigur at fevna um alt okkara fólk sum balist á sjónum, m.a eisini teir sum eru við havrannsóknarskipi, vaktar- og bjargingarskipi, og strandfaraskipum.
Vit tosa um sera lítlar pengar, sum heldur ikki fara longri enn til okkara egna fólk við hesum skipum, og síðani aftur út í umfar í samfelagnum.
Okkara sjófólk skal hava nakrar ágóðar framum okkum onnur, sum njóta og brúka samfelagsins ágóðar hvønn dag, hetta er ikki teimum sum sigla beskorið.
Brandur Sandoy
Valevni Fólkafloksins
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Høvdu vit átt ein Brand Sandoy, so var annarleiðis her

Framfýsin borgarstjóri: ongin orsøk at fella i fátt

4,8 milliónir hava sæð filmin um filippinarar í Føroyum

Forkvinnan í Kringvarpstýrinum heldur eisini at ein kanning skal setast í verk, um lekan í KVF

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang

Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmálini hjá ST

Úr myndasavninum – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum

R7 eisini rakt av fútabanni

Útlendskur ognarskapur í føroysku fiskivinnuni má út

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

Fiskaðu tosk, men avreiddu sild

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

So er Hasfjord helst á veg í flotan- Løgtingið samtykt 10 milliónir til ferjukeyp

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

Samrøða: Óli Jacobsen um bókina “Njál – ljós í skugga”

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Er tað so KVF sum hóttir trygdina í Føroyum?

TALUFRÆLSI

Úr myndasavninum: Nøkur orð um 67 ára gamlan komfýr og ovnar úr stoypijarni

Professari á DTU: Ætlanin er at fólk skulu hava elektroniska flís í heilan

Bókatátturin (2)

Metis - Øll sendingin - 10. des 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











