Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Semjuskjal undirskrivað við Bláa Kross Føroya og Altjóða Bláa Kross

Innanlands, Uttanlands | 22/07-2019 19:00

Í farnu viku skrivaðu Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Petur Jákup Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, undir semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarv.

Í samsvari við tey mál, sum Føroyar hava sett, og sum eisini eru í tráð við heimsmálini hjá ST, skal samstarvið fevna um menningarátøk við denti á máttmenning (capacity development) innan raðfestu økini heilsu, útbúgving av ungdómi, børnum og serliga gentum, sum skulu fáa førleikar til at kunna lívbjarga sær á haldgóðum grundarlagi. Tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á heimasíðu síni. 

Blái Krossur Føroya og Altjóða Blái Krossur hava í eitt tíðarskeið arbeitt við verkætlanini ‘Life Skills and Peer Education’, sum hevur til endamáls at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu og kynsrelateraðum harðskapi millum ung í N’djamena, Sarh og Moundou økjunum í Kjadd. Dentur verður eisini lagdur á menning av lokala Bláa Kross felagsskapinum og samstarv við heilsu- og undirvísingarmálaráð, sum framhaldandi skulu virka fyri endamálinum, tá ið ítøkiliga verkætlanin er lokin.

“Vit í Føroyum kunnu eisini læra nógv at hesi verkætlanini”, sigur Petur Jákup Petersen, og vísir m.a. til samstarvið við SSP og Fólkaheilsuráðið um fyribyrging av rúsevnismisnýtslu millum ung í Føroyum.

“Seinastu tíðina hava vit lagt dent á at gera strategiskar avtalur við føroyskar felagsskapir og stovnar, soleiðis at neyð- og menningarjáttanin frameftir í størri mun gagnnýtir føroyska vitan og førleikar í humaniterum arbeiði kring heimin. Tað gleðir meg, at avtalan við Bláa Kross er við til at tryggja børnum í Kjadd eitt haldgott lívsgrundarlag”, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi