Boris Johnson nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi
Boris Johnson, sum er 55 ára gamal, útbúgvin søgufrøðingur og hevur verið borgarstjóri í London, vann greitt á Jeremy Hunt, sum eisini stillaði upp til formansvalið hjá Konservativa flokkinum. Boris Johnson fekk tilsamans 87,4 prosent av atkvøðunum til formansvalið.
Fleiri ráðharrar leggja frá sær nú tað er greitt, at Boris Johnson tekur við eftir Theresa May. Undan formansvalinum hjá Konservativa flokkinum høvdu tríggir ráðharrar boðað frá, at teir fóru úr ráðharrasessunum, um Johnson vann valið og Anne Milton, ráðharri í undirvísingarmálum, hevur í dag boðað frá, at hon gevst sum ráðharri.
Boris Johnson hevur verið uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Theresa May, men legði frá sær í fjør vegna ósemju við forsætisráðharran, um samráðingartilgongdina í sambandi við sonevnda Brexit.
Sambært BBC, trýr Boris Johnson uppá Brexit og vil hava eitt sjálvstøðugt Bretland, sum ikki er partur av ES.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur