Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nummarpláta = ognarskattur!!!

Innanlands, Lesarabrøv | 04/08-2019 19:57

Tann dagin tín bilur rullar út á vegin í Føroyum, byrjar tú at rinda ognarskatt. Hetta skalt tú gjalda óansæð, um tú brúkar bilin ella ikki. Eg haldi, at vegskatturin skal avtakast og ístaðin skal eitt brúkaragjald leggjast á brennievnið.

Viðlagda talva vísir, at um kr. 4 verða lagdar á brennievnið, so kemur sama upphædd inn í brúkaragjaldið, sum fyri vegskattin í dag, um vit brúka tølini frá 2018 sum útrokningargrundarlag. Á hesi talvu, sæst eisini nøkunlunda, hvat tú hevði skula goldið, alt eftir, hvat tín bilur brennur pr/km og hvussu nógv tú koyrir. Peningurin, sum kemur inn, eigur at verða oyramerktur til vegakervið.

Vegakervið er afturútkomið á nógvum økjum. Nú er tað eitt trend, at vit øll skulu verða grøn. So um brúkaragjald er á brennievninum, so hava vit sjálvi møguleika at avgera, hvussu nógvan pening vit brúka og vilja spara. Um peningur skal sparast, so mugu vit keypa økonomiskar bilar, og so verða vit eisini meira grøn. So er tað tú persónliga, sum avger, hvat tín peningur verður brúktur til!

Eg haldi eisini, at útlendskir bussar, sum koma til Føroyar við ferðafólki, eiga at rinda eitt dagsgjald pr/persón í bussinum. Havi fingið at vita, at soleiðis er tað í øllum EU-londum. Tað kann ikki vera meiningin, at stórir ferðafólkabussar, sum eisini eru við til at slíta okkara vegir, ikki skulu vera við til at gjalda fyri viðlíkahald. 
Ferðavinnan má og skal vera til gagns fyri føroyingar og Føroyar!!

 


Les eisini fyrru greinina, um vegskatt, á mínum poilitiska vanga við at trýsta á linkið niðanfyri:


https://www.facebook.com/358058228142436/photos/a.382613339020258/409287416352850/?type=3&theater  


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Høvdu vit átt ein Brand Sandoy, so var annarleiðis her
Framfýsin borgar­stjóri: ongin orsøk at fella i fátt
4,8 milliónir hava sæð filmin um filippinarar í Føroyum
Forkvinnan í Kringvarpstýri­num heldur eisini at ein kanning skal setast í verk, um lekan í KVF
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang
Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmál­ini hjá ST
Úr myndasavni­num – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum
R7 eisini rakt av fútabanni
Útlendskur ognarskapur í føroysku fiski­vinnuni má út
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Fiskaðu tosk, men avreiddu sild
Jóla­pakkar­nir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk
So er Hasfjord helst á veg í flotan- Løgtingið samtykt 10 milliónir til ferjukeyp
Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi
Samrøða: Óli Jacobsen um bókina “Njál – ljós í skugga”
Skattamálið snýr seg ikki um boðberan
Er tað so KVF sum hóttir trygdina í Føroyum?
TALUFRÆLSI
Úr myndasavni­num: Nøkur orð um 67 ára gamlan komfýr og ovnar úr stoypijarni
Professari á DTU: Ætlanin er at fólk skulu hava elektroniska flís í heilan
Metis - Øll sendingin - 10. des 2019
Bókatáttu­rin (2)
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi