Lønardumping og óskipað arbeiðsviðurskifti
Trupulleikar við lønardumping og óskipað viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum verða lýst í nýggjari kanning, sum 13 fakfeløg hava tikið stig til at gera. Kanningin hevur heitið "Rumenar á loftinum".
Í niðurstøðuni í kanningini stendur, at ongi tekin eru um, at ólóglig arbeiðsmegi er í Føroyum og heldur ikki ólóglig lønardumping. Sagt verður tó, at verandi lóggáva ger tað møguligt at hava dulda lønardumping í Føroyum, tí lógin krevur ikki, at arbeiðsgevarar skjalprógva útbúgving og førleikar hjá útlendsku arbeiðstakarunum, tá arbeiðsloysið er lægri enn 3,5%. Tað er tí ein vandi fyri, at útlendskir handverkarar arbeiða í Føroyum, men verða løntir sum arbeiðsmenn. Stórt spurnartekin verður eisini sett við bústaðarviðurskiftini hjá útlendsku arbeiðstakarunum.
Kanningin vísir eisini, at í hotel- og matstovuvinnuni mangla starvsfólk ofta setanarskriv, fáa ikki lønarseðlar og ta løn, sum sáttmálin ásetur. Í niðurstøðuni stendur, at bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í hotel- og matstovuvinnuni mangla kunning um rættindi og skyldur hjá hvørjum øðrum.
Øll kanningin kann lesast umvegis heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum í leinkjuni her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur