Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Valsending hjá Fólka­flokki­num - 1. sending
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Lýsing
Lýsing

Hægri politisk raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving

Innanlands, Lesarabrøv | 07/08-2019 14:00
Mynd: Hilmar Augustinussen

Skrivar Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum

ARBEIÐSMARKNAÐUR: Starvsmannafelagið heldur, at vaksnamannaútbúgving og førleikamenning mugu raðfestast politiskt og skipast við lóg. Sum partur av hesum skal markaður peningur játtast almennum stovnum, so sáttmálaásetingarnar kunnu fremjast í verki.

Fyri fimti árum síðani vóru ikki nógv størv at velja í. Sum einstaklingur var ein tá næstan líka bundin, sum í 1920, tá møguleikarnnir hjá føroyingum nærum bara vóru valið ímillum at standa á einum bátadekki ella arbeiða við fiski á landi. Tó vóru undantøk, tí onkur var reiðari, annar lærari, onkur prestur ella sakførari. Veruleikin var, at møguleikarnir í landinum vóru smáir, og vildi tú nakað annað, mátti tú flyta. Tann tíðin er tíbetur farin. Føroyar eru í rívandi menning og tey valini, ein tók sum 13 ára gamal, høvdu uttan iva verið onnur í dag.

Hóast valmøguleikarnir eru fleiri í dag, er tilfeingið úr sjónum framvegis okkara grundarlag. Gott nokk gera vit meira við tað nú enn tá, men men!

Vit hava tó eina aðra rávøru. Eina óendaliga rávøru, sum á nýmótans máli verður rópt brainpower. Tað vil siga høvdið og heilin. Vit duga, tora og hava tann rætta hugburðin at byggja á, men tað eru enn valini í tannárunum, ið binda, ella hvussu?

Nógvir føroyingar standa enn á bátadekki. Nú sum skipsførarar, maskinmeistarar ella í øðrum størvum og væl betri umstøðum. Fólk við góðari útbúgving.

Eg hoyrdi nú hendan dagin í útvarpinum, at ein føroyingur er við at gera ferðina til gongustjørnina Mars møguliga um bert fá ár.

Hetta er tekin um, at vit gera okkur rætt, og latið okkum halda fram við tí. Hevur tú hug at fara frá at stýra eini skútu til at stýra einum flogfari? Kanska gera ein tunnil á Mars, á mánanum ella aðrari gongustjørnu? Hevur tú hug og hegni at fara víðari, so eigur samfelagið at hjálpa og stuðla undir hetta. Latið okkum síggja glasið hálvt fult og fylla meira í, heldur enn hálvtómt og síggja tað tømast.

Talgildu Føroyar eru beint á trappuni. Her skuldi so avgjørt staðið ”Vaksnamanna útbúgving og førleikamenning”. Um ikki fremst, so frammaliga. Talgildu Føroyar er eitt gott átak, ið fer at broyta okkara gerandisdag.

Útbúgvingarjáttanin má økjast

Eg sá í Íslandi eina maskinu, sum á einum flakavirki var orsøk til, at 250 fólk gjørdist arbeiðsleys. Ein fiskur fór inn í øðrum endanum, og út kom vøran grýtuklár í hinum endanum. Hvussu kann arbeiðsmarknaðurin geva nýtt pláss fyri hesum 250 fólkunum? Onkur av teimum kundi tikið sær av at ansa áðurnevndu maskinu, og aftur onnur fáast við aðra vøru, ið stóðst av hesum. Tað verður tó bert pláss fyri einum brotparti av teimum, sum brúk var fyri frammanundan. Vit mugu tí fáa vaksnamannaútbúgvingar, sum kunnu lofta hesum fólkunum, og ongantíð ov skjótt.

Ein trupulleiki er, at arbeiðsplássini ikki halda seg hava ella fáa fíggjarligar játtanir til hetta. Um ein leitar á heimasíðuni logir.fo fyri at finna onkra lóg, ið stuðlar undir vaksnamannaútbúgving, er nærum einki at finna. Við at skriva ”Vaksna” í leitifeltið er einasta svarið: “Vegleiðing til kunngerð nr. 18 um stuðul til hjálparráð frá 2010,” ið umrøður stuðul til millum annað brillugløs. Tó snýr hetta seg mest um, nær tú ikki hevur rætt til stuðul. Stuðul fæst tó fyri “....skavankir, sum eru íkomnir í vaksna lívinum” og í sambandi við hjálparráð, ið verða umrødd soleiðis: “Hjálparráð eru miðlar, tól, lutit útgerð o.l., sum eru framleidd ella verða nýtt til at bøta um brek/sjúku...”.

Kanska dugir onkur betur at leita, men hetta var so úrslitið, sum eg fekk. Ikki gott nokk! Givið er, at framtíðin letur ikki bíða eftir sær. Og her skal vera pláss fyri øllum. Fleiri fyritøkur eru frammaliga í hesum, men alment er ongin støða tikin enn.

Latið okkum skjótast gjørligt fáa kjakið um vaksnamannaútbúgving á ting, so fólk ikki verða bundin av einari gamlari avgerð. Tí hvør veit sum 13 ára gamal, hvør lívsleiðin hjá einum verður?

 

Hilmar Augustinussen

Nevndarlimur í Starvsmannafelagnum


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
"SO TEY TRÚGVA LYGNINI –"
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Maria er nýggjur prestur í Vestmanna
Nýggi presturin: - Tað var ein fyrimunur at duga tær kendu søgurnar úr Bíbliuni
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
Taunus 17M í Vestmanna
Flokkar­nir senda hesi fólk á valfundin í Løkshøll í kvøld
Myndarøð: politikarar hittust á Sjómanna­deg­num
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Quiz: Veljarin finnur valevni sum teirra svar samsvara best við
Tobbi er greiður
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Ólavur í Beiti hvessir pennin
VIDEO- Bill Justinussen " vit hava atgongd til ein heila plakat-verksmiðju "
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Cadillac Fleetwood í Sørvági
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Valsending hjá Fólka­flokki­num - 1. sending
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Nýggjastu tíðindi