Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá Johan Mortensen til ovastevnusetanina

Innanlands, Mentan | 07/08-2019 18:00

Jóhann Mortensen setti ovastevnuna í vikuskiftinum í fagrasta veðri. Røðan hjá honum kann lesast niðriundir: 

Gott stevnufólk - góðu nólsoyingar
Seiggið í tykkum, nólsoyingum, má vera ómetaliga gott. Tjóðarhátíðin er ikki meira enn farin aftur við borðinum, so bjóða til til Ovastevnu við eini fjølbroyttari skrá.

Eitt er at fyrireika eina áhugaverda skrá. Eitt annað er at búgva seg til at taka ímóti fleiri túsund fólkum. Hetta tiltakið vísir orku, dirvi og vilja, sum neyvan nakað annað so lítið bygdasamfelag megnar.

Men tit hava eina vinnuliga, mentanarliga og sosiala kjølfestu, sum ofta kemur til sjóndar í tí nógva virkseminum her í bygdini.

Ein dag síggja vit myndir av 10-15 nólsoyarkvinnum, sum svimja. Ja, leika “sum selir á sundi”. Ein annan dag bjóðar onkur til brunsj. Viðhvørt eru tit í pottinum. Aðrar tíðir hittast til harmonikuspæl og hugna. So syngja tit og so kvøða tit. Og á vári lata tit stovur tykkara upp fyri gestum at hoyra tónleik og sang.

Hóast bygdin er lítil, hava tit kunningarstovu, Maggies og Kaffistovu.

Eg kann bara siga, at tit eru ein fyrimynd. Tit eru natúrlig. Her er einki uppgjørt. Og fordómar hava tit ikki. Takk fyri tað, og takk fyri, at tit eru so.

Tit nólsoyingar hava eisini eina stolta søgu, og nólsoyarbygd hevur fostrað merkiskvinnur og mekismenn.

Ein tjóðarhetja ber navnið Nólsoyarpáll. Ein av okkara fyrstu kvinnuligu rithøvundum var nólsoyingurin Johanna Maria Skylv Hansen. Nógv minnast fuglafrøðingin Niels á Botni. Tit hava havt og hava nógvar útmælingar á dansigólvi. Tit hava tónleikarar. Prinsessutoftir liggja sunnan fyri bygdina. Tit fostraðu Ova. Og fyri nøkrum árum síðani var 10-mannafarið Nólsoyingar millum fremstu bátar í Føroyum.

Tit hava prógvað, at samanhaldið er sera gott. Og henda stevnan er eisini eitt dømi um, at lyfta vit í felag, koma vit langt á leið.

Tit halda fram at stríðast fyri betri livi- og virkiskorum, hóast tað ofta tykist sum at sletta vatn á gás.

Tit hava eina áhaldandi vón um, at ein dag fer tað at eydnast. Men sleppa tit vónini, býðst ikki bøtur.

Vónandi geva tey, sum skulu stýra hesum landi, tí gætur, at oyggjarnar og smábygdirnar eisini eru ein týðandi partur í teimum fjølbroyttu Føroyum.

Góðu stevnugestir

Fyri einum mannaminni síðani setti ein útmælingur Nólsoynna á breddan uttan fyri landoddarnar.

Tann 20.august fyri 35 árum síðani møtti eg hesum nólsoyinginum á Shetland Hotel í Lerwick á mínum fyrsta arbeiðsdegi í Útvarpinum.

Nólsoyingurin hevði avgjørt at bjóða náttúruni av. Men fyrsta royndin eydnaðist ikki.

Hetta kvøldið í hetlendska høvuðsstaðnum var Ove í ringum skørðum. -Men - tók hann upp í saman - eg fari at royna aftur.

Ove royndi aftur. Og tvey ár seinri kom hann á mál og kysti havsins drós í Keypmannahavn.

Hann framdi eitt bragd. Onkur vil siga, at hann vann á náttúruni, men so einfaldur var dysturin ikki.

Umframt ómetaliga styrki og vilja, mátti vit, skil og royndir vera í førninginum. Ove nýtti sanniliga vit og skil. Og royndirnar hevði hann, tí hann hevð siglt høvini og kendi havsins loynidómar.

Ídag heiðra vit her í heimbygdini minnið um henda úrmælingin, sum tók dystin upp við havið – við náttúruna.

Ein dyst, vit dagliga leika í øðrum høpi. Ein dyst, mannaættin hevur vunnið so dyggiliga, at náttúran bløðir.

Hóast hon liggur í andaleypi, so halda vit fram at trároyna hana. Oftast gera vit tað, uttan at vit endurbyggja hana.

Og tað gera vit øll – bæði tú og eg – á ymiskan hátt og í ymiskum samanhangi. Ja, eisini vit føroyingar, hóast vit vita, at uttan tilfeingi í náttúruni, livdu vit ikki her á klettununum.

Ove nýtti frumorkuna sína. Tað gera vit eisini. Ove brúkti vit og skil. Men brúka vit – mannaættin – vit og skil?

Hóast vit ongatíð eru so væl fyri sum nú – tøkniliga, sosialt, fíggjarlig, vitanarliga og mentanarliga – so er materialistiska tráanin so sterk, at vit skulu bara hava meira og meira.

Vit kalla tað framburð.

Vit hugsa bara í vøkstri. Og tað verður rópt varskó, um stabbamyndir og grafar ikki ganga uppeftir. Vit leggja sektin á náttúru og tilfeingi. Og mong leggja sektin á tey, sum ikki megna at fylgja við í dansinum.

Eitt úrslit av skeivu gongd hoyrdu vit nú um dagarnar. Føroyska útlátið veksur. CO2-útlátið er ikki minkað, sum tað skuldi gera eftir tí verðurlagspolitikki, vit settu okkum sum mál fyri 10 árum síðani.

Útlát er fyri tey flestu eitt abstrakt og veruleikafjart hugtak í tí yvirskipaða umhvørvis-politikkinum. Nógvir landsmenn halda eisini, at tað kann tað gera tað sama, um okkara útlát er størri ella minni.

Ítøkiliga er CO2-útlát dálking. Vit dálka náttúruna, soleiðis at hon broytist við óhugnaligum avleiðingum fyri mannaættina.

Vit hava ídag ein so ógvusligan skerping í nøkrum heitum landaøkjum, at fólk noyðast at flyta. Jøklar á bæði norðaru og sunnaru hálvu tiðna við so miklari ferð, at heldur henda gongdin fram, fer vatnstøðan at hækka munandi.

Sjálvandi skulu vit geva okkara íkast at bjarga Móðir jørð. Vit skulu vísa ábyrgd - her á landi og altjóða.

Vit mugu flyta okkum frá dálkandi orkukeldum til varandi orkukeldur.

Vit mugu gevast við at troyta náttúrutilfeingi, sum er avmarkað, og sum er partur í at “keypa og blaka burtur-hugburðinum”.

Íløgan í grøna orku er kostnaðarmikil, men sum frálíður vinna vit íløguna innaftur.

Grøna skiftið verður óivað eitt týðandi mál í komandi valstríði, men kravið frá fólkinum má vera, at øll skulu hava møguleikan at leggja um til varandi orku.

Gott stevnufólk

Enn eru fjøllini grøn. Enn er havið blátt.

Vit, sum sigldu túrin norður til Eiðis og síðani til Hósvíkar ígjár, og til Nólsoyar ídag, ásannaðu aftur orðini í sanginum ”fagurt ert tú fosturlandið”.

Vit eru óivað samd um, at hesa náttúruna – hesa ogn – skulu vit ikki bara varðveita, men lata víðari til tey komandi ættarliðini í uppaftur betri standi.

Vit mugu taka í egnan barm – einstaklingar, felagsskapir, bygdir, land og kommunur – og fara betur um náttúru okkara.

Vit kunnu ikki bara byggja út og lata arbeiði, eitt nú grótkast, liggja í hálvum gekki.

Vit kunnu ikki halda fram oysa frá okkum, so plastikk, nylon, kemisk evni, spreingileidningar og onnur óhumska, sum náttúran ikki brýtur niður, misprýðir strendur okkara og endar sum føði hjá fugli og fiski.

Vit hava sæð mynd, sum vísir fugl fóðra pisu við sigarettstubba.

Vit hava sæð myndir, sum vísa, at fuglur í Føroyum byggir reiður við gulum plastikk-leidningum frá spreingiarbeiði.

Fuglurin gagnnýtir dálkingina, men samstundis avdúkar henda dálking, at vit hava ein spreingievnisídnað, sum leggur sektin á umhvørvið.

-Kunnu vit góðtaka tað?

Mong roknaðu við, at hesin spreingiháttur varð steðgaður, tá gulu plastpettini floymdu um strendur okkara. Men gakk. Myndugleikin ypti øksl. Nakrar avmarkingar vórðu gjørdar, men enn sløðist gula plastið um stendur og fjøru.

Hetta er eitt dømi um, at politiski myndugleikin er dekan ov veikur í kongunum, tá mótleikarin er ein sterk vinna, og tá eitt upptak kostar.

Ábyrgdin fyri náttúruni er eina og aleina okkara – tín og mín.

Forfedrarnir vistu, at teir kundu ikki trároyna náttúru og tilfeingi. Teir skuldu eisini hava mat í munnin árið eftir. Teir hugsaðu burðardygt, hóast teir ikki kendu hugtakið.

Vit mugu eisini hugsa og virka burðardygt. Vit eru virkisfýsin, og kunnu í størri mun gagnnýta gagnýta tilfeingi- Eisini tær víddir, og tann bø, sum ikki verður sligin, tí mjólkneytini eru savnað á færri gørðum.

Átakið Veltan í Sandoynni er ein fyrimynd á hesi kós, og eplafestivalurin Heima á Sandi er í dag ein stevna, sum av álvara setir føroyskan vøkstur og møguleikar í brennidepilin.

Nólsoyingar, tit hava eisini fólk, sum í smáum royna nýggjar leiðir. Tað virkisfýsni, tit dagliga vísa, kann óivað slóða fyri eini nólsoyarveltu, hóast hvørki hon ella Veltan á Sandi bjarga Móðir jørð.

Góðu stevnugestir

Í dag eru vit ferðafólk í Nólsoynni.

Ferðafólk, og spurningurin at ganga í náttúruni – í haga og á fjøllum – er tað heitasta kjakevni í miðlum og á sosialu miðlunum í summar.

Vit ferðast vanliga í náttúruni – ofta uttan loyvi. Skal hesin rættur avmarkast, sum hann kann sambært galdandi lóg, ella skal hann skipast í lóggávu um hvørsmansrætt?

Tað verður fátæksligt, um vit ikki sleppa ein túr niðan á fjallatind ella “fram eftir rás og gøtum”.

Hinvegin má nakað munagott gerast, so ótálmaða gongdin um allan hagan ikki vindur uppaftur meira upp á seg.

Um vit skulu hava eina skipan við hvørsmansrætti, má skipanin smíðast saman við óðali og festarum frá fyrsta degi.

Ein slík skipan má miða ímóti at fáa eina javnvág millum rættindini, skyldur og nátúruvernd. Og hon má hava ásetingar um, at lív og arbeiði í bø og haga má ikki órógvast.

Ein slík skipan má eisini hava ásetingar um at endurbyggja náttúruna, har ovurferðsla hevur síni árin ella setir síni spor. Eitt gjald frá ferðafólkum átti at verið beint til at endurgera, og til átøk, sum kunnu koma okkum øllum til góða.

Góðu nólsoyingar

Um 225 fólk búgva í hesi hugnaligu bygdini. Tá fyrra hálva árið í ár var runnið, høvdu hálvtnundrað túsund fólk ferðast um Nólsoyarfjørð. Nógv ferðast til arbeiðis, men høga talið merkir óivað, at higar kemur væl av ferðafólki.

Hiðani hava vit ikki hoyrt neyðarróp um tey mongu ferðafólkini. Tað man vera tekin um, at tit hava dugað at gera tykkum búgvin til hesa vinnu, sum alsamt økist, tí tað verður alsamt bíligari at ferðast.

Ferðing - og serliga svikalig samferðsla - er kanska tað, sum nógv seta í samband við Nólsoynna. Tit hava sanniliga tikið tykkara stríð fyri at fáa eitt gott og hóskiligt stradfaraskip.

Í fjør varpaðu tit, nólsoyingar, ljós á tey ótolandi samferðsluviðurskiftini á einum sera hugnaligum og væl fyriskipaðum átaki í Tinganesi. Tá kom løgmaður við lyfti um eitt avloysaraskip.

Men kravið má vera, at nú leggur samferðslumyndugleikin eina veruliga ætlan at útvega nýggj, skjóttsiglandi og umhvørvisvinarlig skip til oyggjarnar.

Í staðin fyri at vera eftirbátar - og hava álit á 50 ára gomlum skipum – skulu vit sum ein sjóvinnutjóð ganga undan, og útvega okkum hátøknilig og umhvørvisvinarlig skip.

Vit kunnu ikki halda fram at hava eitt yvirskipað ynski um, at fólk skulu búgva á smáplássunum, um vit ikki eisini gera tað liviligt at búgva í hesum bygdum og oyggjum.

Føroyar verða fátækari sum land, um vantandi politikkur avtoftar hesi smápláss.

Her vantar av álvara ein heildarpolitikkur, sum veitir fólkinum á smáplássunum javnbjóðis kor við tey í meginøkjunum. Tað veri seg við vinnu-, bústaðar-, skúla og flutningsmøguleikum.

Val er fyri framman. Spurningurin er, hvørji boð hava flokkarnir?

Gott stevnufólk

Um eina skamma stund fara vit at njóta gestablídni nólsoyinga, og njóta tann arv, ”vit ervdu fedrum av”. Nólsoyingar eru jú kendir fyri at at vera gott vertsskapsfólk.

Áður høvdu vit jólabygdir, nýggjársbygdir, kyndilsmessubygdir og føstulávintsbygdir, har fólkið savnaðust at dansa og halda sær at gaman.

Nú hava vit ovasevnu, útoyggjastevnu og fleiri tónleikafestivalar.

Hesar nýggju stevnur savna fólk í túsundatali. Tær eru prógv um, at vit hava tørv á at koma saman til gaman og álvara. Hesar stevnurnar siga nakað um samleika fog mentan føroyinga.

Ofta verður tikið til orðini ”saman at standa var okkum ei givið”. Vónandi kunnu hesar stevnurnar - í ávísan mun - mótprógva hesum orðunum.

Vit vita, at vit draga ikki somu línu politiskt, átrúnaðarliga og í øðrum samfelags-viðurskiftum.

Men høvdu vit kunnað staðið saman um nøkur felagsmál - eitt nú í málinum at menna oyggjar og bygdir fyri at varðveita einar fjølbroyttar Føroyar, so var ein sigur vunnin.

Latið tí hesi orð verða eina áminning til politisku flokkarnar og feløgini um, at Føroyar eru annað enn stórplássini og meginøkini.

Góðu nólsoyingar, takk fyri, at tit skipa so væl fyri hesi stevnuni, og takk fyri, at tit vístu mær tað álit at seta hana.

Við hesum orðum seti eg Ovastevnuna 2019 og ynski tykkum øllum eina góða stevnu.

Takk fyri


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi