Fyrilestur um handverkið at gera standmyndir
Í kvøld verður fyrilestur um handverkið at gera standmyndir.
Fyrilestrahaldarin er Pontus Kjerrman, sum seinastu 35 árini hevur undirvíst í gipsstoyping við Kunstakademiets Billedhuggerskole í Keypmannahavn.
Pontus Kjerrman varð sjálvur upptikin við Kgl Danska Kunstakademi í 1979.
Pontus Kjerrman hevur júst givið út bókina: Formning og støbning - stuk og skulpturteknikker, sum er skrivað við støði í tí undirvísingar tilfari, ið hann hevur gjørt gjøgnum árini sum lektari á Kunstakademinum.
Fyrilesturturin tekur støði í lívslangu royndunum hjá Pontusi Kjerrman í stoypiteknikkum og sum listamaður.
Møguleiki verður at keypa bókina aftaná fyrilesturin.
Tað er Listaskúli Føroya, ið skipar fyri fyrilestrinum, sum verður á Landsbókasavninum í kvøld kl. 19:30.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur