Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Valsending hjá Fólka­flokki­num - 1. sending
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Lýsing
Lýsing

Myndarøð av íbúðarbyggingina hjá felagnum MARK undir Kongavarða

Innanlands | 09/08-2019 10:00

Her kanst tú gera tína egnum metingar, av íbúðarbyggingina undir Kongavarða.

Seinastu tíðina hevur nógv verið gitt og illgitt um íbúðarbyggingina undir Kongavarða – her eru røttu myndirnar, sum vísa eina verkætlan vit eru stolt av, sigur felagið í einum skrivi. Sí myndirnar 

Teir grundgeva soleiðis:

Í sambandi við verkætlan okkara undir Kongavarða, hava vit hoyrt og lisið nógv, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Illgitingar, skeivleikar og enntá tilgørdar myndir hava verið nýttar, fyri at seta verkætlanina í eitt ringt ljós.

Tískil vilja vit koma við nøkrum faktuellum rættingum kring verkætlanina undir Kongavarða.

Myndin, sum ónevndi arkitekturin hevur teknað, er als ikki røtt, og hevur einki við okkara verkætlan at gera.

Skuggin vísir eina beinleiðis villeiðandi mynd av veruleikanum – myndin er so láturlig, at man sær at hetta er gjørt við vilja.

Staðsetingin av bygninginum er als ikki røtt – hvørki tá tað kemur til hæddina ella til frástøðuna frá vegnum. Tvær lonir eru í 3 hæddum, ímeðan ein lon er í 4 hæddum.

Hægsta punkt á øllum bygninginum er 12 m.

Á myndin er bygningurin teknaður 18 m høgur. Frástøðan frá vegnum passar heldur ikki.

Ferð aftaná ferð hevur verið ført fram, at talan verður um bingjubyggarí. Lat meg sláa fast, at tað er einki galið við bingjubyggjaríið, sum er roynt í meira enn 30 ár. Bingjubyggjarí yvirheldur eisini tær treytir sum myndugleikarnir seta til nýmótans byggjarí.

Verkætlanin undir Kongavarða skal ikki byggjast við bingjum!

Orsøkin er heilt einfalt, at modulbyggjarí av øðrum slag er meira fleksibult, og tí hóskar tað betri til verkætlanina undir Kongavarða, har vit hava íbúðir í fleiri ymiskum støddum.

Modulbyggjarí er ein púra vanligur byggiháttur, eisini í Føroyum. Tað skuldi eingin vita betri enn íbúgvarnir undir Kongavarða, sum sjálvir búgva í raðhúsum og íbúðum, sum partvíst eru gjørd sum modulbyggjarí.

Harafturat eru krøvini í nýggju byggireglugerðini nógv strangari í dag, enn tá byggingin undir Kongavarða varð framd fyri umleið 10 árum síðani. Tí er sjálvsagt, at góðskan á okkara modulum ikki stendur nakað aftanfyri verandi bygningar undir Kongavarða. Harafturímóti er góðskan á okkara bygging á jøvnum fóti við alla nýbygging í Føroyum.

At tað eisini verður sagt, at byggjaríið skal fremjast á bíligasta og mest stuttskygda hátt, er beinleiðis ósatt. Vit hava forpliktað okkum at leiga íbúðirnar út í nógv ár fram, og tískil fara vit sjálvsagt ikki at byggja nakað, har góðskan ikki er í lagi.

Eigarafeløgini rógva upp undir, at byggiharrin “so at siga slapp at seta egnar treytir í útbjóðingini”.

Hetta er beinleiðis ósatt! Almenna útbjóðingartilfarið kom frá Tórshavnar kommunu, uttan nakra sum helst ávirkan frá byggiharranum. Tað var bara Tórshavnar kommuna, sum visti um konkreta innihaldið av útboðstilfarinum, tá tað var lagt alment fram í sept. 2018. 

Tann 22. oktober høvdu allir føroyingar møguleika at bjóða á jøvnum fóti, men tað var bara MARK, sum kom við einum afturlatnum brævbjálva við einum boðið upp á stykkið. Harafturat kann nevnast, at vit hava keypt jørðina fyri meira enn tað, sum Bústaðir hevur keypt jørð fyri frá kommununi seinastu árini.

Vit hava als ongar sersømdir fingið í sambandi við okkara verkætlan. Vit hava til eina og hvørja tíð fingið greitt at vita, at vit mugu fylgja byggisamtyktini, byggikunngerðini og øðrum krøvum, sum kommunan hevur sett – tað vil millum annað siga, at verkætlanin heldur seg innan fyri treytirnar um byggistig, nýtslustig, frástøðu frá mørkum, brunakrøv, orkukrøv o.s.v.

At samanbera hesa verkætlanin við Mjølnerparken og Gellerupparken í Danmark, má sigast at vera undir alt lágmark. Verkætlaninnar, nærumhvørvi  og mentanin eru fullkomiliga ymisk. Okkara verkætlan er av góðari góðsku.

Vit vóna, at ágangurin ímóti hesi verkætlan nú heldur upp at, og at fólk ikki lata seg villeiða. Tí ynskja vit at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at fara á www.mark.fo at síggja røttu myndirnar av verkætlanini.

Eru spurningar ella ivamál, eru man vælkomin at seta seg í samband við okkum á mark(at)mark.fo.

Vegna MARK
Gordon Rajani, stjóri


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
"SO TEY TRÚGVA LYGNINI –"
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Maria er nýggjur prestur í Vestmanna
Nýggi presturin: - Tað var ein fyrimunur at duga tær kendu søgurnar úr Bíbliuni
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
Taunus 17M í Vestmanna
Flokkar­nir senda hesi fólk á valfundin í Løkshøll í kvøld
Myndarøð: politikarar hittust á Sjómanna­deg­num
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Quiz: Veljarin finnur valevni sum teirra svar samsvara best við
Tobbi er greiður
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Ólavur í Beiti hvessir pennin
VIDEO- Bill Justinussen " vit hava atgongd til ein heila plakat-verksmiðju "
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Cadillac Fleetwood í Sørvági
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Valsending hjá Fólka­flokki­num - 1. sending
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Nýggjastu tíðindi