Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Andøvsløtan
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Metis
Samrøða: Jógvan Skorheim, borgar­stjóri, um Norðurjól
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Metis
Samrøða: Anfinn Olsen um nýggja línuskipið Jógvan I
Metis
Samrøða: Jákup Mikkelsen, løgtings­maður, um fiskivinnu og lógina um sjófongi
Metis
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Metis
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
R7 Premier League
R7 Premier League (40) - 2. des 2019
Andøvsløtan
Nógvir kinesarar lesa á hægri læristov­num í Bretlandi
Andøvsløtan
Tveir forsetar siga seg hava vunnið valið í Cameroon
Andøvsløtan
Argentina aftur í sosialistiska kyksendan
Andøvsløtan
Írland prentar heilsuávarðing á rúsdrekka­fløskur
Andøvsløtan
3 vinstra­flokkar royna at skipa minniluta­stjórn í Spania
Andøvsløtan
Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur
Andøvsløtan
Italskur bankastjóri spælt “robin hood” og javnað millum rík og fátæk
Andøvsløtan
Frakland boyggir seg fyri enskum máli og uppstigar nú frálæruna
Andøvsløtan
Eitt 100 ára minni: Fyrra heimskríggj broytti allan heimin
Kristiligar Tíðindasendingar
Ljós í skugga - Óli Jacobsen um Njál McKay Djurhuus
Lýsing
Lýsing

Skattur av A-inntøku hjá føroyingum – í krónum og prosentum

Innanlands | 11/08-2019 23:19

Um onkur tímir at lesa hetta, latið so møguligt kjak vera sakligt soleiðis, at tað er evnið, sum er áhugavert, ikki almennir persónar. Hetta er ikki ein valgrein, tí eg stilli ikki upp til komandi løgtingsval.

Seinastu dagarnar hava nøkur tøl frá lønarseðlum verið alment frammi, har lønmóttakarar vísa á, at ”næstan onki” kemur á kontuna, tá ið tey arbeiða eitt sindur eyka. Um tey rokna afturhaldið av frítíðarlønina upp í tað, sum verður eftirhildið, so kann tað gott vera, at 60-65% verða eftirhildin, alt íroknað, men tá er neyðugt at hava í huga, at ein partur verður útgoldið sum skattað frítíðarløn, tá ið vit aftur hava 1. mai. Tí er neyðugt at vita, hvussu roknistykkini hanga saman.

Um tað annars er lítið ella nógv at gjalda 54-55% í A-skatti og almennum lønargjøldum, er eitt annað mál. Hetta er ein roynd at vísa, at tað ber væl til, at útgoldna lønin eftir skatt, lønargjøld og eftirhildna frítíðarløn bara er 35-40% av A-lønini – men gloymið ikki, at ein partur kemur inn aftur á kontuna sum skattað frítíðarløn næsta ár.

Fortreytir at rokna skatt
Havi hugt eftir ásetingarlógini, sum greinar, hvussu nógvan skatt vit gjalda. Havi eisini hugt í aðrar lógir sum áseta almenn lønargjøld til ALS, Barsilsgrunnin, AMEG, Heilsutrygd og KVF. Eg veit, at onkur heldur, at øll gjøldini eru ikki skattur, men latið okkum gera tølini einføld og siga, at øll gjøld, sum verða trekt av lønini í sambandi við lønarútgjalding, eru skattur í hesum dømunum, sum koma niðanfyri. Hesi almennu lønargjøldini eru í alt 5,56% av lønini + kr. 2.100 í føstum, árligum gjaldi til Heilsutrygd og kr. 1.800 til Kringvarpið. Afturat fasta gjaldinum til Heilsutrygd rinda lønmóttakarar 0,6% til Heilsutrygd.

Gjaldið til ALS er 1,25%, men ALS-gjaldið verður ikki roknað av lønum, sum liggja omanfyri kr. 650.000 um árið. Tvs., at ein lønmóttakari rindar í mesta lagi kr. 8.125 til ALS hvørt ár.

Tølini eru roknað fyri ein lønmóttakara, sum er eldri enn 23 ár og yngri enn 67 ár, og ongin barnafrádráttur er tikin við í útrokningarnar. Orsøkin til aldursavmarkingarnar er, at ung og eldri fáa avsláttur í kringvarpsgjaldinum. Hædd er ikki tikið fyri almannaveitingum til støk, lesandi ella aðrar veitingar, sum ikki eru vanlig løn A-inntøka.

Eftirløn
Vit hava ymiskar starvsbólkar á sjógvi og landi, og eftirlønirnar eru ógvuliga ymiskar. Hjá nøkrum sigur sáttmálin, at 5% av A-lønini verður eftirhildin til eftirløn, hjá øðrum er eftirlønin 15% ella meira afturat lønini. Flestu liggja einastaðni har í millum. Allar eftirlønir verða nú skattaðar eins við inngjald og eru ikki við í hesum dømi, hvørki inntøka av eftirløn ella skattur av henni.

Dømini niðanfyri rigga best til ein lønmóttakara á landi, har kommunu- og kirkjuskatturin er settur at vera uml. miðal fyri alt landið, nevniliga 22,1% í alt.

Út frá hesum fortreytunum síggja vit hesar inntøkurnar og síðani skatt, almenn lønargjøld o.a. Fyrst inntøkan í krónum, síðani skattur og almenn lønargjøld í procentum:

Inntøka kr.        30.000             18,6% einans lønargjøld (KVF o.a.)
Inntøka kr.        65.000             23,5% skattur og lønargjøld 
Inntøka kr.        235.000           37,3%       "       "
Inntøka kr.        330.000           40,3%       "       "
Inntøka kr.        500.000           44,5%       "       "
Inntøka kr.        800.000           47,3%       "       "
Inntøka kr.        2.500.000        53,5%       "       "
Inntøka kr.        4.000.000        54,6%       "       "

Frítíðarløn og skattafrádráttur
Frítíðarlønin er 12% afturat vanligu A-lønini. Tó eru nøkur frávik í hesum 12% hjá yvirmonnum á fiskiskipum, tí hesir fáa bara frítíðarløn av einum fiskiparti og ikki av yvirmannapørtunum. Hædd er ikki tikið fyri hesum í útrokningunum. Havi heldur ikki tikið hædd fyri sjómannafrádráttinum, sum loyvir eina lækking av inntøkuni áðrenn skatturin verður roknaður. Lækkingin er í mesta lagi 14% av kr. 470.000, svarandi til eina lønarlækking á kr. 65.800. Spardur skattur av hesum er í mesta lagi uml. kr. 33.000 um árið, og tá vit koma upp í inntøkurnar, sum liggja omanfyri eina millión, so er hesin parturin lítil í prosentum, hóast kr. 33.000 er ein stór upphædd í spardum skatti.

Eykavaktir
Fleiri av teimum, sum taka eina eykavakt ella brúka partar av frítíðini at arbeiða eyka, hava longu eina góða løn frammanundan. Tí verður skatturin av eyka-arbeiðinum høgur, tí inntøkugrundarlagið er kanska longu ein hálv ella heil millión, kanska meira. Um ein slíkur lønmóttakari tá tekur nakrar eykatímar á t.d. einum maskinverkstaði, skipasmiðju ella í byggivinnuni, so verða eykatímarnir skattaðir eftir hægsta skattaprosenti, sum við almennum lønargjøldum er uml. 53-55% fyri hægstu inntøkurnar, sum talvan eisini vísir.

Okkum tørvar arbeiðsmegi í Føroyum, og tað er ein funnin fressur, at tøkar hendur eisini taka eykavaktir á seg. Tí eiga vit at hugsa um, hvat ”rætta” skattaprosentið er, um vit skulu fáa fulla nyttu av tí tilfeingi, sum longu er tøkt í landinum.

Tølini eru tikin niður av netinum og roknað í bestu feriutíð, og fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum, men hetta eigur at vera á góðari leið kortini, meti eg.

Lalandia, Billund, 11/8-2019.
Kristian Martin Petersen


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
Hanus Hansen, reiðari: Eg kenni meg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Durita Fagradal Augustinussen er sett sum mentanar- og ungdóms­leiðari í Vestmanna
Uppsjóvarvinnan betalti 65% í skatti í 2017
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Myndarøð: Fuglafjarðar Sangkór og Vestmanna kirkjukór konsert í Vestmanna
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
R7 Premier League (40) - 2. des 2019
Leygardagu­rin var góður fyri lítla nótabátin úr Søldarfirði
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Absalon og Rumenia - í 30 ár
Regin Jacobsen er næststørsti eigari í Bakkafrosti
Jógvan Andersen helt hesa talu, tá jólatræið varð tendrað á Skála 30/­11-2019
Klæmint avloysir Páll
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Ring til tann føroyska jóla­mannin
SEV: Elrokningin verður dýrari fyri húsarhald í 2020
Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur
Deyður persónur funnin á Kunoynni
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Andøvsløtan
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Metis
Samrøða: Jógvan Skorheim, borgar­stjóri, um Norðurjól
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Metis
Samrøða: Anfinn Olsen um nýggja línuskipið Jógvan I
Metis
Samrøða: Jákup Mikkelsen, løgtings­maður, um fiskivinnu og lógina um sjófongi
Metis
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Metis
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
R7 Premier League
R7 Premier League (40) - 2. des 2019
Andøvsløtan
Nógvir kinesarar lesa á hægri læristov­num í Bretlandi
Andøvsløtan
Tveir forsetar siga seg hava vunnið valið í Cameroon
Andøvsløtan
Argentina aftur í sosialistiska kyksendan
Andøvsløtan
Írland prentar heilsuávarðing á rúsdrekka­fløskur
Andøvsløtan
3 vinstra­flokkar royna at skipa minniluta­stjórn í Spania
Andøvsløtan
Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur
Andøvsløtan
Italskur bankastjóri spælt “robin hood” og javnað millum rík og fátæk
Andøvsløtan
Frakland boyggir seg fyri enskum máli og uppstigar nú frálæruna
Andøvsløtan
Eitt 100 ára minni: Fyrra heimskríggj broytti allan heimin
Kristiligar Tíðindasendingar
Ljós í skugga - Óli Jacobsen um Njál McKay Djurhuus
Nýggjastu tíðindi