Politiska umsitingin av føroyska botnfiskiskapinum greinað
Grundleggjandi innanhýsis semjan um býtið av veiðirættindum - og innbygdu búskaparligu virðinum í teimum - millum áhugabólkarnar í fiskivinnuni eru stórt sæð óbroytt hóast samfelagsliga og búskaparliga umhvørvið kring toganina áhaldandi broytist. Tað skrivar Granskingarráðið m.a. í samband við lýsingina av grein, sum Jóannes Jacobsen, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, hevur útgivið í tíðarritinum Marine Policy.
Greinin, sum verður prentað í útgávu nr. 108, oktober 2019, er longu tøk á netinum og ber heitið “Path dependence in Faroese fisheries (mis)management”. Greinin leggur fram eina vísindaliga grundaða greining av, hví grundleggjandi súlurnar í politisku umsitingini av føroyska botnfiskiskapinum meira ella minni eru óbroyttar frá 1987, tá skipanin við veiðiloyvum kom í gildi, til og við nýggju fiskivinnulóggávuna frá 2018, hóast lívfrøðiligu og búskaparligu úrslitini meginpartin av tíðini hava verið sera vánalig.
Greinin undirbyggir eina tesu um, at bæði vánaligu lívfrøðiligu og búskaparligu úrslitini og manglandi tillagingarnar í politisku umsitingini av botnfiskiskapinum stava frá, at fiskivinnupolitikkurin ongantíð hevur havt sum endamál at skapa so stór búskaparlig virðir sum gjørligt til eigaran av fiskiríkidøminum, t.e. Føroya fólk. Ístaðin hevur fiskivinnupolitikkurin altíð havt sum fremsta stavnhald at vera við til at skapa og skorða undir semju millum áhugabólkar innanhýsis í fiskivinnuni í teirra áhaldandi togan um býtið av teimum búskaparligu virðum, sum eru innbygd í veiðirættindini. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.
Greinin hjá Jóannes Jacobsen kann lesast umvegis heimasíðuna hjá Granskingarráðnum og í leinkjuni her.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur