Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Valsending hjá Fólka­flokki­num - 1. sending
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Lýsing
Lýsing

10 valynskir frá limafeløgum á brekøkinum

Innanlands, Politikkur | 13/08-2019 09:24

MEGD, sum er meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum, hevur seinastu vikurnar sett fram hjartamál til løgtingsval 2019. Við hjartamálunum vísir MEGD longur fram á leiðina til einar enn betri, meiri fevnandi og atkomuligar Føroyar. Vit skulu gera upp við vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar. Mannarættindi fevna okkum øll. Valevnini gera tí væl í at kunna seg um neyðugu batarnar á brekøkinum, ið eiga at gerast veruleiki eftir valið, skrivar MEGD á heimasíðu síni.

Tíggju hjartamál

Frá 8. til 17. juli varð hvønn dag eitt hjartamál sett fram á megd.fo. Tíggju hjartamálini eru ymisk eins og brekøkið er, og tá ið hjartamál verða sett fram, so merkir tað tó ikki, at hesi eru einastu hjartamálini. Hetta er eitt úrval.

Hjartamálini til løgtingsval 2019 kunnu í stuttum lesast niðriundir:

Óheft eftirlit við ST-sáttmálanum - Grein 33 í ST-sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti.

Bústaðir - Tað er sjálvsamt, at fólk, ið bera brek, kunnu velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við. Langur bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár.

Lóggáva ímóti mismuni - Føroyar tørva lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum. Okkum tørvar at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk verða tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun.

Brekpolitisk virkisætlan - Føroyar hava onga brekpolitiska virkisætlan. Arbeiðið at orða eina brekpolitiska virkisætlan, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, skal raðfestast høgt.

Verja, tá ið verkfall er - Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Neyðugt er at arbeiða í friðartíð og gera avtalur, ið tryggja, at hetta ikki aftur kemur fyri.

Hóskandi upplýsingar, hagtals- og granskingartilfar - Føroyar savna í dag ikki hóskandi upplýsingar, hagtals- og granskingartilfar, sum ger okkum før fyri at orða og seta í gildi reglur, ið seta ST-sáttmálan í verk.

Góða tilgongdin til børn og ung við avbjóðingum - Børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum, sostatt at hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg.

Menning og endurmenning - Í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning og endurmenning. Fólk við varandi sjúkum eru tí ikki tryggjað eina samskipaða heildarætlan fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan-, sálarligan-, sosialan- og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum.

Samskiftisdepil - Okkum tørvar viðurkenning av menningini og stuðlinum av alternativum samskiftishættum, ið tøkir eru hjá teimum, ið bera vitborin og sálarlig brek. Í dag er eingin skipað ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.

Føroyskt teknmál sum mál – Vit skulu viðurkenna rættin hjá deyvum og hoyriveikum at fáa undirvísing og at samskifta á teknmáli og harvið at stuðla nýtsluni av føroyskum teknmáli á øllum økjum í lívinum hjá deyvum við tí endamáli at tryggja luttøku teirra í arbeiði, útbúgving og mentanarlívi.

Les nærri greining av hjartamálunum á megd.fo.

 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
"SO TEY TRÚGVA LYGNINI –"
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Maria er nýggjur prestur í Vestmanna
Nýggi presturin: - Tað var ein fyrimunur at duga tær kendu søgurnar úr Bíbliuni
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
Taunus 17M í Vestmanna
Flokkar­nir senda hesi fólk á valfundin í Løkshøll í kvøld
Myndarøð: politikarar hittust á Sjómanna­deg­num
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Quiz: Veljarin finnur valevni sum teirra svar samsvara best við
Tobbi er greiður
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Ólavur í Beiti hvessir pennin
VIDEO- Bill Justinussen " vit hava atgongd til ein heila plakat-verksmiðju "
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Cadillac Fleetwood í Sørvági
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Valsending hjá Fólka­flokki­num - 1. sending
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Nýggjastu tíðindi