Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Valevnalistar skulu vera inni leygardagin 17. august 2019 kl. 18.00

Innanlands | 14/08-2019 14:00

Leygardagin tann 17. august 2019 er løgtingsvalnevndin á Umhvørvisstovuni frá kl. 16-18 og tekur ímóti valevnalistum.

Valevnalistar til løgtingsvalið 31. august 2019
Við hesum verður mint á, at valevnalistar til løgtingsvalið 31. august 2019 skulu vera forkvinnuni í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi:

leygardagin 17. august 2019 kl. 18.00

Valevnalistin skal vera latin inn av einum umboði fyri flokkin ella stillara.

Gjøllari reglur um valevnalistar eru ásettar í §§ 17-18 í løgtingsvallógini (løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið).

Í løgtingsvallógini er m.a. ásett:

at ein valevnalisti ikki má hava fleiri enn 43 valevni.
at valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði.
at nøvnini á valevnunum verða sett í bókstavarøð.
at valevnalistin skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt til at luttaka í valinum ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum.
at hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillarar, har teir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Hetta er bert galdandi fyri uttanflokkalista.
at ongin má stilla upp á meira enn einum valevnalista.
at ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnalista.
Dømi um oyðubløð til valevnalista sæst her og lista til stillarar hjá uttanflokkalista sæst her.

Leygardagin tann 17. august 2019 er løgtingsvalnevndin á Umhvørvisstovuni frá kl. 16-18 og tekur ímóti valevnalistum.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Hanus Hansen, reiðari: Eg kenni meg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Durita Fagradal Augustinussen er sett sum mentanar- og ungdóms­leiðari í Vestmanna
Uppsjóvarvinnan betalti 65% í skatti í 2017
Myndarøð: Fuglafjarðar Sangkór og Vestmanna kirkjukór konsert í Vestmanna
R7 Premier League (40) - 2. des 2019
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Leygardagu­rin var góður fyri lítla nótabátin úr Søldarfirði
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Regin Jacobsen er næststørsti eigari í Bakkafrosti
Absalon og Rumenia - í 30 ár
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Deyður persónur funnin á Kunoynni
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi