Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Sambandsflokkurin lovar viðgerðartrygd, hægri barnafrádrátt og hægri pensjónir

Politikkur | 14/08-2019 13:16

Bárður Nielsen hevur í morgun lagt valskránna hjá Sambandsflokkinum fram.

  • Einar grønari Føroyar,
  • Fjølbroyttari bústaðarmynstur
  • Kappingarførar vinnur
  • Tøknilig menning av samfelagnum
  • og Modernisering av ríkisfelagsskapinum

Tað eru nøkur av málunum, sum Sambandsflokkurin, á tíðindafundi í morgun, segði seg vilja virka fyri tey komandi árini.

Bárður Nielsen, floksformaður, legði valskránna fram í Smæruni í Havn, og flestu av valevnum floksins vóru eisini hjástødd.

Umframt nevndu málini lovar Sambandsflokkurin eisini, at barnafrádrátturin í landsskattinum skal hækka við 2.000 krónum fyri hvørt barnið, og arbeiðsinntøka hjá pensjónistum skal ikki mótroknast í pensjónini, eins og grundarupphæddin skal hækka.

Fíggjarliga forsvarligt

Fíggjarliga, sigur Bárður Nielsen, at vallyftini eru forsvarlig, og tey liggja innanfyri ein vøkstur á fíggjarlógini á 1 prosent í føstum prísum.

Um fiskivinnupolitikkin segði formaður Sambandsfloksins, at fiskivinnan skal rinda eitt tilfeingisgjald, men tað skal verða grundað á yvirskotið hjá feløgunum.

Tá spurt var um samgongumøguleikar, vildi Bárður Nielsen hvørki útvelja ella útiloka nakran.

”Tað verður fyrst og fremst úrslitið av valinum, og síðani spurningurin, hvussu nógv vit fáa við av okkara politikki, sum verður avgerandi fyri tað,” segði hann.

29 valevni stilla upp fyri Sambandsflokkin.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Hanus Hansen, reiðari: Eg kenni meg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Durita Fagradal Augustinussen er sett sum mentanar- og ungdóms­leiðari í Vestmanna
Uppsjóvarvinnan betalti 65% í skatti í 2017
Myndarøð: Fuglafjarðar Sangkór og Vestmanna kirkjukór konsert í Vestmanna
R7 Premier League (40) - 2. des 2019
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Leygardagu­rin var góður fyri lítla nótabátin úr Søldarfirði
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Regin Jacobsen er næststørsti eigari í Bakkafrosti
Absalon og Rumenia - í 30 ár
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Deyður persónur funnin á Kunoynni
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi