Umboðsmaðurin gav Heilsu- og Innlendismálaráðnum og Heilsutrygd átalu
Umboðsmaðurin, Sólja í Ólavsstovu, hevur viðgjørt eina klagu um, at Heilsutrygd ikki avgreiddi eitt krav um afturrindan av heilsutrygdargjaldi fyri eitt tíðarskeið, har klagarin eisini hevði goldið til Folketrygden í Noregi. Klagað varð eisini um, at Heilsutrygd ikki sendi skjøl, sum klagarin hevði fingið játtað innlit í.
Umboðsmaðurin helt ikki orsøk vera til at finnast at Heilsutrygd fyri ikki at hava avgreitt kravið um heilsutrygdargjaldið, fyrr enn yvirskipaði myndugleikin, Heilsu- og innlendismálaráðið, hevði vegleitt Heilsutrygd um, hvussu slík mál skuldu avgreiðast. Tó helt umboðsmaðurin, at tað ikki var nøktandi, at tað hereftir tók Heilsutrygd nærum 8 mánaðar at svara klagaranum. Umboðsmaðurin gav tí Heilsutrygd eina átalu fyri drúgva málsviðgerðartíð. Umboðsmaðurin gav somuleiðis Heilsu- og innlendismálaráðnum eina átalu fyri at brúka óneyðuga langa tíð at koma við eini vegleiðing til Heilsutrygd um, hvussu slík mál skuldu avgreiðast.
Viðvíkjandi innlitsmálinum gingu 3 mánaðir frá tí, at Heilsutrygd játtaði innlit, til skjølini vórðu send klagaranum. Umboðsmaðurin gav Heilsutrygd eina átalu fyri handfaringina av innlitsumbønini.
Álitið kann lesast í leinkjuni her.
Mest lisið í farnu viku

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Høvdu vit átt ein Brand Sandoy, so var annarleiðis her

Framfýsin borgarstjóri: ongin orsøk at fella i fátt

4,8 milliónir hava sæð filmin um filippinarar í Føroyum

Forkvinnan í Kringvarpstýrinum heldur eisini at ein kanning skal setast í verk, um lekan í KVF

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang

Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmálini hjá ST

Úr myndasavninum – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum

R7 eisini rakt av fútabanni

Útlendskur ognarskapur í føroysku fiskivinnuni má út

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

Fiskaðu tosk, men avreiddu sild

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

So er Hasfjord helst á veg í flotan- Løgtingið samtykt 10 milliónir til ferjukeyp

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

Samrøða: Óli Jacobsen um bókina “Njál – ljós í skugga”

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Er tað so KVF sum hóttir trygdina í Føroyum?

TALUFRÆLSI

Úr myndasavninum: Nøkur orð um 67 ára gamlan komfýr og ovnar úr stoypijarni

Professari á DTU: Ætlanin er at fólk skulu hava elektroniska flís í heilan

Bókatátturin (2)

Metis - Øll sendingin - 10. des 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











