Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Í dag er tann STÓRI SJÓMANNADAGURIN - les alla skránna her

Innanlands | 17/08-2019 10:00

Manningin aftanfyri Føroya Sjómannadag hevur verðuliga sett seglini, nú leygardagur er. Skráin er sera fjølbroytt og spennandi. Tað eru kappingar, ókeypis matur og undirhald allan dagin.

LEYGARDAGIN 17. AUGUST 
 
09.00
Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl. 
 
10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við Stórukaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.

10.30
Merkið vundið á stong 
Umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merki í húnar hátt meðan Tjóðsangurin verður sungin. 

STÓRT KAFFIBORÐ Á BRYGGJUNI

Tá tjóðsangurin er sungin er borðreitt við Kaffi, Te, Kakao, Sjómannabolla og vinarbreyði á bryggjuni.
 
10.40 
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki. 

Heiðursmerki handaði til vinnarar av fiskikappingini

og tann sum hevur fiska allar størsta fiskin verður útnevndur Fiskikongur/drotning.

Granskarar frá  Havstovuni fara at skera vinnandi fiskin upp á pallinum og greiða í stuttum frá fiskinum.

Skipalista-Kvissin.
Undankapping til stóru finaluna í spurnar kappingini hjá Skipalistanum, sum verður á stóra pallinum kl. 15:15.

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða.

Kappingin er fyri pør. 
Tilmelding á pallinum.

Føroyameistararnir fáa eitt vikuskifti fyri tvey í mai á Hotell við fullari pensjón.

Silvurvinnarin fær tinganest frá DAMFAR

Bronsuvinnarin fær tinganest frá DAMFAR

13:00
Stórt Trølla Pætur Rock Show við trølla ommuni og trølla ommudidd lovar eisini at koma.

11.00 – 18.00 
Listaframsýningar.
Lydia Petersen, Magna Auðunsson og onnur sýna fram í stóra tjaldinum.
Edward Fuglø hevur opið atelier í gomlu Sýslumans húsunum.  

11.00-16.00
Norðoya Fornminnasavn opið  
 
11.00 – 19.00 
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni. 
 
11.00 – 17.00 
Sjórænaraskip og bátar leggja at bryggju og sigla túrar við børnum.
Kaptein Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR . 
Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar. 
Øll, sum klára royndirnar, fáa eitt diplom frá Kaptein Gardar & Stampi. 
 
11.00 – 17.00
Vilt á sjónum: 
Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin
- Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. …. ÓKEYPIS!!!
- Royn teg hangandi afturúr speedbátum, sitandi  á luftpútum…..ÓKEYPIS!!! 

11.00 – 17.00
UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir, hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

11.00 – 17:00
UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp. 

11.00 – 17.00
UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður. 

11.00 - 17.00 
Havstovan í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum

Prøva-tøkuskipanin til fiskakanningar hjá Havstovuni verður víst í stóra tjaldinum. 

Eisini nytrutøka, aldursgreiningar og magakanningar.

 
13.00 – 19.00 
FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORР
 
----

JFK bjóðar aftur í ár Fish & Chips á Sjómannadegnum.

Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið. 
 
Aftur í ár fara  brøðurnir Gavin og Craig Lewis frá matstovuni Lewis’s Fish & Grill at kokkast.

Eins og í fjør ársins vinnari av kappingini ”Young Fish Frier of the Year 2019” í Stórabretlandi.  Og í ár gjørdist vinnarin ein kvinna -  kokkurin Lauren Kellaway frá Kellaway’s Fish & Chips.

JFK hevur sostatt útgjørt seg væl at servera Fish & Chips til allar gestirnar á Sjómannadegnum. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir. 
 
Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið. 

Opið verður frá kl 13, og so leingi sum fólk ynskja at fáa Fish & Chips. 

-----

Bakkafrost á Sjómannadegnum

Bakkafrost eru errin av teirra vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Á Sjómannadegnum fer Bakkafrost aftur í ár at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum og verður møguleiki at sleppa umborð á M/S Hans á Bakka.

Legg leiðina framvið og heilsa uppá og royn hesar leskiligu smakkiroyndir. 

Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

-----

Samtakið Christian í Grótinum bjóðar Makrel.
 
Á sjómannadøgunum í ár hava ger samtakið Christian í Grótinum ein rætt við heittroyktum makreli, sum verður royktur á staðnum og eftir ætlan borðreiddur flógvur. 

Afturvið er ein eplasalat og nakað av súltaðum reyðleyki. 
 
Makrelurin er fiskaður í juli 2019 og er rætturin vit bjóða í ár enn eitt dømi um hvussu vit kunnu eta fyrstafloks makrel sum er fiskaður á leiðunum runt Føroyar.
 
Omaná bjóða vit kaffi og eina rabarbu desert frá Amarant. 

-------

KJ Kambsdalur

GRINDA-BURGARI v.m.a. nýbakaðum burgarabolla frá Amerant, steiktur grindabúffur við flødaeplum og kóka fesk grind við spik og eplum og serliga vælsmakkandi heimagjørdum sinnopi. KJ á Kamsdali hevur verið við á Sjómannadegi líka síðan 2005 tá Føroya Sjómannadagur fyri fyrstu ferð varð hildin. Tvøsti kemur frá grind sum doyði í Bø í summar.

--------- 
 
13.00 – 17.00 
Opið skip umborð á Brimli. Manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao. 

13.00 - 18.00. 
Opið hús á Looknorth. 
Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast. 
Høvið verður  at uppliva framkomnu framleiðsluna meðan víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur. 

13.00 - 17.00 
Ókeypis kramarísar.  
Føroya Sjómannadagur bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin. 
 
13.00 – 17.00 
Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska 
 
13.00 – 17.00  
Bláikrossur deilir ókeypis ballónir út til børn. 
 
13.00 – 17.00 
Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum. 

13.15
Skera upp grind 
Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp. 
Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum. Tiltaki verður um vit fáa hendur á grindahvali :-)

13.30 
Bjargingarroynd við Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag. 
Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing. 
 
14.00 – 17:00 
Føroyameistarakapping – Kassastabling 
Norðoya MC skipar fyri.

Vinnarin fær stórt tinganes frá DAMFAR

14.00 – 18.00 
Silja-Star siglir til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara. 
Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík. 
Siglt verður frá Stórukaj:

kl.  
14.00
15.10
16.20
18.00
 

14.00
Føroyameistarakapping - Agnskering 
Tilmelding á pallinum.

Vinnarin fær eitt vikuskiftið við fullari pensjón á HOTEL FØROYUM

Silvurvinnarin fær stórt tinganest frá DAMFAR

Bronsuvinnarin fær stórt tinganest frá DAMFAR

14.15 
Føroyameistarakapping í egning 
Tilmelding á pallinum

Føroyameistarin fær gullheiðursmerki og gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.
Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur.
Bronsuvinnarin fær kr. 2.000 kr. frá Kjølur. 

15.00 
Føroyameistarakapping í køkubaking. 
Heiðursmerki verða givin fyri smakk, kreativitet og teknikk.

ØLL SUM LATA KØKUR TIL KAPPINGINA FÁA GÁVUKORT á kr. 300,- 

Køkudómarar: Ranva Knudsen, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Olevina Sundsskarð.

Køkurnar skulu latast inn í stóra tjaldinum kl. 13.

Vinningar:      

Besti smakkur:  Gávukort á kr. 5.000 frá Atlantic Airways 

Kreativitetur:     Vikuskifti Hotel Hafnia við fullari pensjón

Teknikkur:         Gávukort á kr. 3.000,- frá FK 

15.00 – 16.00
Harmonikutónleikarar, frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, spæla kend løg í stóra tjaldinum.

15.15 
Skipalista-Kvissin 

FINALAN – spurnarkapping.
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir.

Vinnararnir fáa Samsung 52” flatskerm frá ELDING

Silvurvinnararnir fáa Gávukort á 1.000 kr. frá FK

15.25
Svimjikapping á Vánni 
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR. 
Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

Vinningar:

Menn 25 ár og eldri:
Samsung Galaxy Watch active fartelefon frá FØROYA TELE

Kvinnur 25 ár og yngri:
Iphone XR fartelefon frá FØROYA TELE

Dreingir 24 ár og yngri:
JBL flip 4 hátalari frá FØROYA TELE
Gávukort á kr. 1.000,- frá BÓNUS

Gentir 24 ár og yngri:
Plantronics back beat go 600 oyrabúffara frá FØROYA TELE
Gávukort á kr. 1.000,- frá BÓNUS

17. 00
Føroyameistarakapping – Trolbøting 

Tilmelding við pallin.

Føroyameistarin fær eitt gávukort á kr. 5.000,- frá Atlantic Airways

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 2.000,- frá FK

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 2.000,- frá BÓNUS

17.30
Togtogan millum skipsmanningar 
Tilmelding á pallinum, 8 persónar pr. lið.

Føroyameistararnir fáa 12 gávukort frá Smyril Line á kr. 1.000,-

Silvurvinnararnir fáa 12 gávukort á kr. 500,- frá BÓNUS.

18.00
Innleiðandi kapping – Sjómannstak 
Tilmelding á pallinum 

Føroyameistarin fær eitt gávubræv frá Atlantic Airways á 5.000 kr.

Silvurvinnarin fær fávukort á kr. 3.000 frá FK.

Bronsuvinnarin fær gávukort á kr. 2.000 frá FK 

18:30
Føroyameistarakapping – Halda dregg 
Tilmelding á pallinum

Føroyameistarin far ein Samsung 52” flatskerm frá ELDING

Silvurvinnarin fær gávubræv á kr. 3.OOO frá FK

19.00
Føroyameistarakapping – Sjómannstak 
FINALAN

Føroyameistarin fær eitt gávubræv frá Atlantic Airways á 5.000 kr.

Silvurvinnarin fær fávukort á kr. 2.000 frá FK.

19.10 (umleið)
Felagssangur í stóra tjaldinum. 
Tá FM í Sjómannstaki er liðugt fara Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen at skipa felagsang við sjómannsvísum í stóra tjaldinum á bryggjuni.

20.10
Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri tiltaki um Brókatátt í Spaniastovu.

Brókatáttur er yrktur uml.. 1750 um eina hendingaríka útróðrarferð í 1746, har Jóannes Niklasson kemur í holt við eina yvirvaksna flundru.

Jónleif Johannesen, greiðir stutt frá Brókatátti, søgugongd, yrkjara og táttaørindum, sum eru knýttir at havinum.

Jógvan Ravnsfjall, greiðir frá um útróður í Føroyum í uml.. 1750, um tað mundi tá hendingin í Brókatátti fer fram.

Eftir hetta verður farið uppá gólv at kvøða Brókatátt. Jónleif Johannesen skipar.

------

SPANIASTOVA:

Flemish Kap og aðrar perlir á Sjómannadegnum

Eftir frálíku løtuna við Rana Nolsøe band á Summar Festivalinum verður høvið at taka til sín enn fleiri perlir úr sangskríninum í Spaniastovu leygarkvøldið kl 22. Tónleikurin, verður livandi eldri og nýggjari tónleikur, Frændur klassikarar, fleiri av bestu sangunum hjá Rana, sum hava verið nógv framm eftir at Rani byrjaði sum solistur. Nevnast kunnu Flemish Kap, Til Glæmu, Til Hammerhaimb og Føroyar er land mítt. Heimliga Spaniastova verður karmur um eina inniliga konsert har eisini frásøgan fær ein serligan brodd. Leygarkvøldið verður bólkurin mannaður við vælspælandi feðgunum Rani og Eyðun á gitar, og tónleikaligu úrmælingunum Jógvan Fróði Baldvinsson, bas, og Henning Hjalt Nicodemussen, trummur.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi