Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fimm tey týdningarmestu grønu

Innanlands, Vísind | 15/08-2019 16:00

Umhvørvi og orka eru rættiliga komin á dagsskrá til hetta løgtingsvalið. Hetta eru fakøki hjá okkum á Umhvørvisstovuni, og vit vilja fegin leggja okkara kunnleika og vitan afturat kjakinum. Her hava vit gjørt ein lista við fimm evnum, sum vit meta vera tey, sum serliga eiga at vera vend politiskt, bæði í valstríðnum og í komandi løgtinginum.

Føroyar eru millum tey lond í heiminum við hægsta útlátinum av vakstrarhúsgassi fyri hvønn íbúgva, og útlátið er støðugt vaksandi. Vit hava tikið undir við París-avtaluni, og skulu tí minka útlátið munandi, og gera eina ætlan fyri, hvussu tað verður gjørt.  Skal alheims upphitingin tálmast nóg mikið,  skal útlátið skerjast við 45 %’um áðrenn 2030, og nettoútlátið skal vera burtur í 2050 *, eisini í Føroyum. Skal tað eydnast, er neyðugt við politiskum átøkum, sum virka. Helst bæði píski og gularót – tað má muna beinavegin.

Skiftið til grøna orku er ávegis. Men tað má ganga skjótari. Tað er av størsta týdningi at halda fast við átøkini, sum politiska skipanin hevure sett í verk, tí tey muna. MVG-frítøka av hitapumpum, elbilum og vetnisbilum, frítøka fyri vektgjald og virðisgjald – og ikki minst lægri elprísur til hitapumpur og elbilar. Tað almenna má arbeiða miðvíst, so skiftið fær meira ferð á.

Vit mugu ikki bíða hvør eftir øðrum, grøn orkuframleiðsla og grøn orkunýtsla mugu fylgjast. Á framleiðslusíðuni mugu tríggjar nýggjar, stórar vindmyllur koma upp á hvørjum ári komandi 10 árini fyri at røkka málunum. Umráðandi er at kunna avgreiða umsóknir og formalitetir skjótt og einfalt, og at samstørvini, sum skulu tryggja útbyggingarnar, eru tøtt og haldgóð.

Tá vindarnir blása, framleiða vit grøna orku. Men nógv av henni fer beint framvið, so at siga. Tí vit ikki hava møguleika at goyma hana. Tað, sum liggur á borðinum beint nú, er at gera pumpuskipanir, har yvirskotið frá vindorku verður nýtt til at fylla vatnorkugoymslur. At gera slíkar goymslur krevur risastórar íløgur, kanska í milliardastødd. Men tað er sera avgerandi. Politikarar mugu tryggja, at hetta verður gjørt, og gera av, um hetta er ein uppgáva fyri tað almenna ella onnur at loysa.

Náttúran eigur at verða betur vard. Vit hava øll skyldu at virða margfeldið í náttúruni, og tí skulu betur atlit takast at náttúruni, áðrenn avgerðir verða tiknar um inntriv. Margfeldislógin varð ikki samtykt í farna valskeiði, og tí kunnu vit enn gera inntriv í náttúruna uttan stórvegis fyrilit fyri djóra- og plantulívi.

Skulu vit verja náttúruna og hennara margfeldi, er alneyðugt at vit fáa eina nýmótans lóg, sum greitt ásetir, hvussu vit umsita og røkja ta føroysku náttúruna.

Umhvørvisstovan hevur bjóðað øllum flokkum eina vitjan at umrøða hesi mál og at nýta serkunnleikan á stovninum til at tryggja seg faktuelt, tá tey skulu tosa um umhvørvi og orku. 

tað skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi