Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hanna Jensen: Áralong politisk semja førd á mál

Innanlands, Lesarabrøv | 15/08-2019 13:14

Áralong politisk semja førd á mál


Seinastu árini er ein kós løgd at menna dygdina í fólkaskúlanum enn meira gjøgnum eftirútbúgvingar. Vit hava fingið útbúnar lesivegleiðarar, støddfrøðivegleiðarar, orðblindalærarar, AKT-lærarar, skúlavegleiðarar v.m., og ein førleikastova á skúlunum er ment fyri at gagnnýta hesar førleikar betur og betur. Og serflokkar eru stovnaðir. Ein tann seinasta raðfestingin, sum er gjørd, er at skúlaleiðarar kundu taka útbúgving innanfyri pædagogiska leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya, og var undirtøkan sera góð.


Ein liður afturat í hesi gongd er at geva skúlaleiðarum meira leiðslurúm, eitt nú við eini viku til eftirmeting, ráðlegging, lærarasamstørv og førleikamenning úti á skúlunum. Eitt annað, sum eisini leggur upp til ein sjálvstýrandi skúla, er heimildin til at veksla 2 tímar um vikuna av nøkrum lærugreinum til at raðfesta m.a. handaligar lærugreinir og serlig átøk í flokkum. Minni smálutastýring úr Mentamálaráðnum og meira stýring úti á skúlunum. Tá tað er sagt, so eru nakrar yvirskipaðar raðfestingar álagdar: at hækka játtanina til førleikastovurnar, til eftirmeting av byrjanarundirvísingini í lesing, og til skúlavegleiðingina. Hetta seinasta er ein raðfesting, sum longu varð avtalað í samgonguskjalinum, og sum eisini er í tráð við punkt 9 í álitinum, Endurskoðan av yrkisútbúgvingarøkinum.


Broytingarnar eru framdar í lóg og rundskrivum, og soleiðis stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum varð sent til hoyringar tann 22. desember í fjør: "Løgtingslógaruppskotið er úrslit av tvørpolitiskum arbeiði og aðalorðaskifti í løgtinginum á heysti 2018, har ymisk øki í fólkaskúlaskipanini eru viðgjørd m.a. árliga skúladagtalið, tíma- og lærugreinabýtið, 10. flokkur, samfelagsfrøði sum kravd lærugrein, undirvísingartímatal í hvørjum árgangi og skúlabygnaður við atliti at skúlaøkjum og skúlasamstarvi millum kommunur."....Skúladagatal og lærugreinaskipanin eru ikki við í lógarbroytingunum, tí at heimild er frammanundan í lógini at gera broytingar á hesum økjum. Ásett er í ávikavist § 18, stk. 1 og § 19, stk. 8, at landsstýrismaðurin ásetur skúladagatalið og ger reglur um tíma- og lærugreinabýtið."


Áðrenn lógaruppskotið fór til hoyringar, varð frágreiðing send almenninginum, og nýtt sum grundarlag undir aðalorðaskifti um fólkaskúlan í løgtinginum. Frágreiðingin varð løgd fram 14.nov. í 2018 og aðalorðaskiftið var 26.november.


Á s. 13 í frágreiðingini stendur:

"Mælt verður til, at skúladagatalið hjá næmingunum verður stytt eina viku til 193 dagar, men at lærararnir framvegis hava 198 dagar, so at teir hava eina viku til at eftirmeta farna skúlaár og at fyrireika næsta skúlaárið "


Lógaruppskotið fór so til hoyringar, tann 22. desember og freistin at senda inn hoyringssvar var 23. januar í ár. Hoyringssvarini snúðu seg í høvuðsheitum um lærugreinina føroyskt, um at lækka tímatalið, um heimildir hjá kommunum og um 10. floks eindirnar. Hoyringspartar vóru Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Føroya Kommunufelag, Felagið Heim og skúli, Fólkaskúlaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið. Harumframt varð uppskotið lagt á heimasíðu Mentamálaráðsins.


Tá eg tók við sum landsstýriskvinna, hin 14. februar, vóru 14 dagar, til lógaruppskotið skuldi latast tinginum – eftir eina viðgerð av hoyringssvarunum. Hon var farin í gongd, og fleiri av hoyringssvarunum elvdu til broytingar í lógaruppskotinum. Hesar vórðu allar gjørdar í samráð við politisku flokkarnar, sum eru partur av semjuni. Harafturat varð samskift við partar um ætlaðar broytingar, sum ikki skuldu fremjast í lóg men í kunngerð og rundskrivi, og um slíkar, sum ikki vórðu viðmerktar – m.a. við Kommunufelagið um teir 5 dagarnar í juni. Tað samskiftið og semjan við Føroya Lærarafelag, sum varð undirskrivað, hin 2.juni, góvu einans ábendingar og trygd um loysnir og ikki um trupulleikar. Sí grein frá 3.juni, har avtalan er lýst: http://www.skulabladid.fo/lærarar-fáa-5-dagar-um-árið-til-ráðlegging-og-námsfrøðiliga-førleikamenning


Til samanberingar, so kom fram í samskiftinum, at kommunurnar til eina og hvørja tíð hava loftað ansingini til 1., 2. og summastaðni 3. floks næmingar, tá skiftandi landsstýrisfólk við stuttum skotbráði hava tikið upp til 4 dagar av teimum 198 skúladøgunum til skeiðsvirksemi fyri lærarar og niðurlagt undirvísingina – hesaferð er talan um 5 dagar og fráboðað í góðari tíð. Kommunurnar umsita fult og heilt ansingarøkið, og gera tað longu nú væl og liðiliga. Tó skal eg nevna, at eg havi heitt á kommunurnar um at koma í eitt samstarv um at styrkja dagstovaøkið, tí tað er ein felags ábyrgd, sum eg veit, vit kunnu lyfta betur í mun til fakligheit. Bólkur er útnevndur at gera eitt tilmæli til landsstýrisfólkið og skal handa tað, hin 15.oktober. Kunning er send miðlunum 27.juli og hetta sæst her: https://www.mmr.fo/fo/kunning/tidindi/dagstovnaokid-gerast-ahugaverdari-fyri-namsfrodingar/


Kunning um broytingar og raðfestingar innan fólkaskúlan sum heild varð send miðlunum frá Mentamálaráðnum, hin 20.juni: https://www.mmr.fo/fo/kunning/tidindi/rasarum-og-kreativitetur-i-foroyska-folkaskulanum/

Harafturat hevur Undirvísingarstýrið havt kunnandi fundir við skúlar gjøgnum várið.


Fyri at taka saman um, so er ein semja førd á mál gjøgnum lógarbroyting, rundskriv, avtalur og samskifti, og høvuðsendamálið er dygd í fólkaskúlanum, sum svarar væl til heimsmál nr. 4 og sømir okkum sum land at raðfesta.


Eg ynski semjuni og skúlum og lærarum blíðan byr, nú farið verður í holt við enn eitt nýtt skúlaár í tí føroyska fólkaskúlanum.

 

Hanna Jensen

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi