Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vandamikið eiturevni í frukt úr Spania

Lesarabrøv, Lívsstílur | 15/08-2019 18:00

Kanningar á Syddansk Universitet og Odense Universitetssjúkrahúsinum, og í samstarvi við Forskningsenheden for Børn- og Ungepsykiatri, vísa greiðar ábendingar at kvinnur við barni, ið eta citrusfruktir frá Spania, fáa børn, ið eru í stórum vanda at fáa ADHD eyðkenni í aldrinum frá 2-4 ár.

Granskingararbeiðið er m.a. gjørt av Lousie Dalsager á deildini fyri umhvørvisheiluvág á Syddansk Universitet, er kunngjørt í vísindaliga tíðarritinum Environmental Research, og sigur í stuttum frá niðurstøðu grundað hagtøl frá 948 kvinnum við barni, ið fingu kannað teirra land (urin) fyri innihald av insekteiturevnum, og annars fylgdu upp á vøkstur og menning hjá børnunum inntil teirra 18-árta aldur, at tað í 90% av kanningunum kundi ávísast ymisk insekteiturevni í bólkinum nevndur Pyretroidir og her serstakt evnið Chlorpyrifos.

Staðfest varð at størri nøgdin var av pyretroidum, tess fleiri ADHD eyðkenni høvdu børnini. Og størri nøgdin var av evninum Chlorpyrifos tess meira vísti seg ADHD eyðkenni at verða.

Granskarar vóru heldur ovfarnir tí nøgdinar av hesum insekteiturevnum vóru ikki serstakt stórar, tó at neiligu og heilsuskaðiligu árinini alíkavæl kundu ávísast.

Evnið Chlorpyrifos hevur aldrin verið loyvt at nýta í frukt og grønmetisframleiðslu í Danmark, og langt flestu ES lond hava eisini forboð móti at brúka evnið – tó at Spania enn nýtir tað til frukt sum appelsinir, citrónir, mandarin og clementinir, víndrúur o.a.

Í okkara matvøruhandlum – m.a. Føroya Keypssamtøka og Miklagarður eru hesar vørur at finna í rúgvuvís, og allarhelst finnast tær eisini í øllum øðrum handlum.


ES matvørustovnurin EFSA hevur avgjørt at Chlorpyrifos verður bannað frá 2020, og danski matvøruráðharrin Anders Jensen hevur boðað frá, at hann vil hava eitt forboð skjótast til ber.

Dansku matvørusamtøkini COOP, Rema 1000 boða frá at tey ynska eina nul-toleransu og taka undir við matvøruráðharranum, meðan Salling Group boðar frá at tey seta eyðablikkiligt forboð at selja hesar vørur.

Evnið Chlorpyrifos er insekt nervaeiturevni innan bólkin Pyrotroidir, og verða onnur slík eiturevni sum t.d. Deltametrin brúkt her í landinum innan havbúnaðin.

Kunning frá okkara matvørueftueftiti, Heilsufrøðilu Starvsstovuni, sæst ikki nakrar staðir, at fólk eiga at ansa sær at keypa citrusfruktir frá Spania, og helst einans keypa vistfrøðiliga framleiðslu fyri at verja móti skaðaárinum.

Okkara matvøruráðharri og heilsusømaður, Poul Mikkelsen, er allarhelst ikki kunnaður um hetta álvarsmál, og kann tí vónast at hann fær neyðugu kunning frá matvørueftirlitinum.

Ingin orsøk er at halda áfram at loyva sølu av heilsuvandamiklari frukt úr Spania, so vónandi kann Poul Mikkelsen fáa eitt forboð at galda sum skjótast.

https://www.dr.dk/nyheder/indland/sproejtemidler-under-graviditeten-kan-oege-risikoen-adhd-symptomer-hos-boern 

https://www.dr.dk/nyheder/penge/foedevaremyndighed-frygtet-sproejtegift-skader-boerns-udvikling-og-skal-forbydes

 

Kári Thomsen


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi