Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Alzheimerfelagið: HVUSSU MENNA EITT DEMENSVINARLIGT SAMFELAG?

Innanlands, Lesarabrøv | 16/08-2019 18:00

HVUSSU MENNA EITT DEMENSVINARLIGT SAMFELAG?

MVD = menniska við demens.

Røddin hjá MvD og teirra avvarðandi eigur at vera snúningsásin í menningini av einum demensvinarligum samfelag. Avbjóðingin er at stuðla MvD soleiðis, at tey gerast før fyri at liva við sjúkuni demens, framhaldandi verða virkin í samfelagnum, sjálvbjargin og soleiðis varðveita eina høga lívsgóðsku. 

M.o. tiltøk verður víst á sjálvbodnar stuðlar til MvD, hetta hevur ikki verið so vanligt hjá okkum, men helst ein neyðug og gongd leið! Mælt verður til, at MvD og avvarðandi altíð eru hoyringspartur, tá kommunur/land menna tænastur til demensøkið. 
Umhvørvið Umfatar fysiska umhvørvið, alt frá arkitektur, býarskipan, gongubreytir, flutningsskipanir, innrætting av handlum, ljósseting, skelting, skrivligar vegleiðingar osfr. Tankin er, at tað fysiska umhvørvið verður innrættað soleiðis, at tað er lætt atkomiligt og trygt at ferðast í

B) Mælt verður til, at vitan um hesi viðurskifti verður savnað sentralt á vitanardeplinum á demensklinikkini, so kommunur/landsverk kunnu leita sær vegleiðing um fysiska umhvørvið. 


Fólkið MvD, sum framvegis eru virkin í samfelagnum koma dagliga í samband við fólk innan 

handil, banka, heilsuverk, apotek, flutning, postútbering, ruskinnsavnan, í grannalagnum, familjuni osfr. MvD siga, at hugburðurin og atferðin hjá fólki tey møta í tí dagliga, ger størsta munin, hvørt eitt samfelag kann sigast at vera demensvinarligt ella ikki. Tvørrandi vitan og tilvitan ger tað trupult hjá fólki at møta MvD í teirra serligu støðu, og tí er neyðugt at samfelagið í síni heild gerst meiri tilvitað um demens. 

C) Mælt verður til støðugt at kunna samfelagið gjøgnum privatar og almennar miðlar um demens, so samfelagið gerst meiri tilvitað. Her eiga MvD og avvarðandi at gerast sjónligari! Mælt verður til, at omanfyrinevndu almennu og privatu feløg kunnu fáa vegleiðing og undirvísing í at møta MvD í dagliga samskiftinum. 

Netverkini Hugsað verður her um bæði formlig og minni formlig netverk, sum virka tvørtur um fak, sektorar, alment/privat, feløg/einstaklingar osfr. Dømi um netverk er dagtilhald, undirhús, pensjónistafeløg, vitjunartænasta, kvøldskúli, sjálvbodnir hjálparfelagskapir, kirkjur/samkomur, bólkar fyri avvarðandi og MvD osfr. Netverk, sum arbeiða við at gera samfelagið demensvinarligt, skulu hava førleikar, at 

1. Miðla hvussu MvD hava tað í lokala umhvørvinum 

2. Hjálpa til at staðfesta trupulleikar og finna loysnir tvørtur um áður umrøddu mørk 

3. Vera umhugsin og skilja týdningin av tagnarskyldu og áliti, tá netverkini verða stovnsett 

D) Mælt verður til, at myndugleikarnir lokalt og sentralt “spotta” og førleikamenna netverk, sum kunnu stuðla undir og inkludera MvD/avvarðandi í ein virknan og meiningarfullan gerandisdag. 

Tilfeingi MvD og avvarðandi hava tørv á stuðli, um tey framhaldandi skulu vera partur av einum demensvinarligum samfelagið, og tørvurin á stuðli veksur lutfalsliga, sum sjúkan versnar. Stuðulin umfatar hóskandi bústað, heimatænastu, stuðul til avvarðandi, tiltøk sum gongufeløg fyri MvD, sjálvbodna hjálp/stuðul til MvD, aktivitetir úti í samfelagnum, sum eru tillagaðir, so MvD kunnu luttaka, arbeiðstilboð tillagað MvD osfr. 

E) Mælt verður til at arbeiðsgevarar fáa almennan stuðul til tillagaði størv til MvD. Mælt verður til at sjálvboðin hjálp verður skipað undir professionellari leiðslu, so MvD kunnu fáa ein til ein stuðul í mun til aktiva luttøku í tilboðum í nærumhvørvinum og samfelagnum annars. 

At skapa demensvinarlig samfeløg er ein tilgongd, sum støðugt má eftirmetast, bæði lokalt og sentralt, tí samfelagið og tørvurin hjá MvD/avarðandi broytist yvir tíð. 

Fyri Alzheimerfelagið
Sigrún Mohr


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi