Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Andøvsløtan
Deyðsorsøkir­nar kring heimin eru mangar og aðrar enn COVID
Andøvsløtan
Krúnukrím noyddi belgiskar politikarar at skipa stjórn
Andøvsløtan
Skotland flest deyð av drøgg ovurnýtslu í framkomna heiminum
Andøvsløtan
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Andøvsløtan
Túsundtals fólk flýggja hvønn mánað úr sosialistiska Nicaragua
Andøvsløtan
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Andøvsløtan
Hollendski býurin Utrecht heimsins mesti súkklubýur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Andøvsløtan
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Andøvsløtan
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Nova
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
EvR
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Vespureiðrið
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 13. sept. 2020: Jógvan Zachariassen "Vit eru ikki heima enn" - Orðið: "Tað er góð tíð"
Andøvsløtan
Politiskur ruðuleiki við sama lag í Sudan
Lýsing
Lýsing

Steffan Klein Poulsen: Einki hent í 35 ár. Hvussu leingi skulu vit bíða afturat? 

Innanlands, Lesarabrøv | 18/08-2019 10:00

Einki hent í 35 ár. Hvussu leingi skulu vit bíða afturat? 

Í skrivligum fyrispurningi hjá Heina O. Heinesen frá 2011 skrivaði hann soleiðis: ”Landsverk hevur prosjekterað (tunnil) tunlar eystur um fjall í mong ár. Hetta málið er so gamalt, at tað var onkur, sum skeyt upp, tá grót skuldi fyllast út í Haraldssund í 1984, í staðin fyri at gera eitt ljótt grótbrot, at bora tunnil eystur gjøgnum fjallið”. Hetta eru 35 ár síðani og støðan er akkurát tann sama í dag, vit tosa enn um at gera hesar somu tunlar. 

Tunlarnir norður um fjall hava tænt fyri seg. Árnafjarðartunnilin, sum knýtir Árnafjørð til Klaksvíkina, er frá 1965 og Hvannasundstunnilin, sum knýtir alt øki eystan múla, t.v.s. Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði og aðrar smáar bygdir, til Klaksvík, bleiv liðugur í 1967. Eingin lappaloysn, so sum ljóskurvar ella líknandi uppskot, kunnu loysa hendan trupulleikan. Tað er neyðugt við nýggjum tunlum. 

Trygdin er als ikki nøktandi. Skuldi eitt ógvusligt óhapp hent og eldur komi í, er alt ov vandmikið at fara inn at hjálpa. Óhapp hava vit havt meiri enn nokk av í tunlunum norður um fjall. Tøl frá landsverk vísa, at tunlanir norður um Fjall hoyra til bólkin “meiri enn 1 óhapp/km/ár,” sum er ringasti bólkur at vera í viðvíkjandi óhappum. Spurningurin er bara nær tað stóra óhappið hendir. 

Verandi tunlar klára heldur ikki at svølgja nógvu ferðsluni, vit hava í dag. Í 2018 koyrdu í miðal 1378 akfør ígjøgnum teir um døgnið, harav 89 lastbilar í miðal um døgnið. Lastbilarnir passa ikki inn í øll víkiplássini, sum mangan skapar forvirring í tunlunum. Tað er ikki óvanligt at turistar koyra 30-50 km/t, har teir samla langar halar inni í tunlunum. Tað er heldur ikki óvanligt, at hesir somu turistarnir fara inn í víkiplássini, tá teir ikki eiga at halda av. Hetta setur ferðsluna í eina sera vandamikla støðu. 

Vinnulívið er eisini nógv darvað av hesum fløskuhálsinum. Tað er serliga flutningurin við stórum lastbilum, sum er torførur at fáa norð og av tí sama blívur tað dýrt fyri økið eystan Múla. 

Hyggur man aftureftir sær tað svart út, tí hesir tunlarnir eru sum ein fløska á vegnum, ið bara er blivin sparkað longur fram, hvørjaferð man er komin fram á hana. Hóast teir blivu samtyktir í 2009, var eingin vilji til at seta pengar av til tunlarnar. Í dag sigst tó, at byrjað verður eftir at Hvalbiartunnilin er liðugur at bora ígjøgnum. Hesaferð má lyftið haldast. 

At sleppa út í Gerðabø er, eftir mínari meting absolut besta loysnin. Hetta er linjuføringin vit eiga at leggja okkum eftir, soleiðis at vit ikki aftur spara eftir reyv, sum í so nógvum øðrum prosjektum kring landið. Nú mugu vit hyggja fram ímóti, at tunlarnir verða gjørdir sum skjótast, heldur enn at peika út og siga hvør ikki hevur handlað. 

Vit í Miðflokkinum hava tunlarnar norður um fjall á valskránni og vilja gera okkara fyri at hetta verður framt. Hetta er eitt av fyrstu málunum, sum skal fyri tingið og finnast fígging til, eftir okkara tykki. 

Steffan Klein Poulsen, løgtingsvalevni hjá Miðflokkinum. 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Patrik: "Eg var noyddur at venda TB bakið." (Hoyr samrøðuna)
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
MYNDIR: Kvinnu­renning í Hvalvík
Lækni í Eystur­kommunu
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 38)
Brandur í Dali: Snýr alt seg um pengar?
Bergur R Dam Jensen: Aftursvar til Anniku Olsen
Janus skal skráseta staðarnøvn í Nes kommunu
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
VIDEO: Í dag er eitt ár síðan B A og H skipaðu samgongu
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Hvar høvdu vit verið uttan úrslitið á fólka­atkvøðuni 14. september?
Vígsla av kirkjugarði
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Andøvsløtan
Deyðsorsøkir­nar kring heimin eru mangar og aðrar enn COVID
Andøvsløtan
Krúnukrím noyddi belgiskar politikarar at skipa stjórn
Andøvsløtan
Skotland flest deyð av drøgg ovurnýtslu í framkomna heiminum
Andøvsløtan
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Andøvsløtan
Túsundtals fólk flýggja hvønn mánað úr sosialistiska Nicaragua
Andøvsløtan
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Andøvsløtan
Hollendski býurin Utrecht heimsins mesti súkklubýur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Andøvsløtan
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Andøvsløtan
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Nova
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
EvR
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Vespureiðrið
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 13. sept. 2020: Jógvan Zachariassen "Vit eru ikki heima enn" - Orðið: "Tað er góð tíð"
Andøvsløtan
Politiskur ruðuleiki við sama lag í Sudan
Nýggjastu tíðindi