Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

ABC krabbagággan er eitt nýtt amboð til børn og ung

Heilsa, Innanlands | 04/09-2019 10:00

Í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu hevur Fólkaheilsuráðið ment nýtt tilfar, ið skal virka sum amboð til at tosa um sálarliga heilsu millum bæði børn, ung og vaksin.

Amboðið, ið talan er um, er ein sokallað ABC “krabbagágga”. Tey flestu kenna krabbagágguna frá tí, at tey vóru børn:  Tú leggur eitt pappír saman á ein serligan hátt, teknar og skrivar í krabbagágguna, og so virkar hon sum eitt spæl, ið tú kanst spæla við onnur við. Munurin á eini vanligari krabbagággu og eini ABC krabbagággu er, at hon inniheldur nakrar spurningar, ið eru knýttir at góðari sálarligari heilsu, uttan at orðið “sálarlig heilsa” verður nevnt. Tað skrivar Fólkaheilsuráðið á heimasíðu síni.

Eitt vælumtókt amboð

Fólkaheilsuráðið hevur í hálvtannað ár havt eina ABC krabbagággu, ið hevur verið til ung og vaksin. Henda krabbagágga hevur verið sera væl móttikin og nógv brúkt í ymiskum samanhangum sum til eitt nú tiltøk, í skúlum og til fundir. Tilsamans eru eini 5000 eintøk brúkt kring landið. Í longri tíð hevur tó verið eftirspurningur eftir eini krabbagággu, sum í størri mun er tillagað til børn og ung upp til umleið 13 ára aldur.

Vit eru fegin um at avdúka, at nýggja ABC krabbagággan til børn og ung nú er almenn. Møguligt er at fáa hendur á henni við at venda sær til Fólkaheilsuráðið ella taka hana niður á heimasíðu okkara.

Tað serliga við hesi nýggju krabbagágguni er, at tað bæði er møguligt at lita nakrar myndir, brúka spurningarnar í krabbagágguni, og at tekna ella skriva svarið uppá spurningin í krabbagágguna. Krabbagággan ger tað tí enn lættari at vera virkin, saman og hugbundin í spælinum, sum er endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu, skrivar fólkaheilsuráðið. 

Krabbagággan til børn og ung er meira litføgur og spurningarnir eru tillagaðir til yngra aldursbólkin. Nýggja ABC krabbagággan er gjørd í samstarvi við fakfólk, ið hava samband við børn og ung, og við at royna nakrar av spurningunum við børnum í ymiskum aldri.

Krabbagággan gevur nógvar møguleikar

Krabbagággan er eitt amboð, ið kann brúkast á ymiskan hátt og sum tískil gevur nógvar møguleikar.

Krabbagággan er eitt serliga hent amboð, tá tú skalt tosa um góða sálarliga heilsu. Spurningarnir í krabbagágguni kunnu fáa teg at hugsa um títt egna lív, og hvat tú gert fyri at hava eina góða sálarliga heilsu. Fyri størri børn og ung er hetta eisini eitt amboð, ið t.d. kann brúkast til at taka stig til at spyrja síni foreldur ella systkin um nakað, tey kanska vanliga ikki tosa so nógv um, og royna eitt nýtt spæl saman sum familja. Í barnagørðum, skúlum, í frítíðarvirksemi og til t.d. føðingardagar kann krabbagággan eisini brúkast sum eitt amboð til at læra hvønn annan betur at kenna og til samansjóðing. Um børnini ikki duga at lesa, er hetta eingin forðing fyri at spæla við krabbagágguni. Ein vaksin kann lesa spurningarnar upp, og barnið kann tekna svarið í krabbagágguna, um tað hevur hug til tað.

Krabbagággan fæst her

Tú kanst heinta krabbagágguna á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her ella venda tær til Fólkaheilsuráðið og fáa prentaði eintøk.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi