Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Rudda Føroyar -tiltak fyri Havnafólk og fólk í Hoyvík

Innanlands | 10/09-2019 21:24


Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir borgarar sum gjørligt í Føroyum fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum tann 21. septembur í ár. Í 2018 luttóku fleiri enn 158 lond og 15 milliónir sjálvboðin. 

Við verkætlanini vilja vit eisini skapa økta tilvitan um stóra týdningin av atburðinum hjá okkum einstaklingum: At nógv einstøk menniskju rudda í nærumhvørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim. 

Fólk í Havn og Hoyvík eru vælkomin. Byrjað verður í Hoyvík. Skráin sæst niðanfyri. 

Skrá:
10.00: Savnast til leiðbeining í amfiteatrinum við Myllutjørnina (um ikki viðrar – verður farið inn í Hoyvíkar skúla)

10,15: Farið verður út at rudda. Fólk fáa eina sandwich út við frá Gist & Vist. Fólk skulu sjálvi hava eina termofløsku við kaffe/thé út við ella annað drekkandi/ og krúss ella gløs.

14,00: Øll savnast aftur í amfiteatrinum við Myllutjørnina (um ikki viðrar – so í Hoyvíkar skúla):
-Anton Liljedal syngur 3 sangir
-Theresa Jákupsdóttir sigur nøkur fá orð um náttúruvernd
-Okkara bjóðar teimum vaksnu okkurt leskandi, MBM/Raska bjóðar mist til børnini og Bónus bjóðar chips, snacks o.l. Somuleiðis stuðlar Simme Musikkhús við at veita ljóðútgerð.

Um onkur ynskja at koma við, so meldið tykkum til her: https://ruddaforoyar.fo/

Tiltakið er ókeypis og hóskar seg til børn, ung, vaksin og eldri; og øll eru vælkomin. Fólk skulu sjálvi hava handskar við, og eina innsavningartong (um man eigur eina slíka).

Um onkur hevur onkran spurning eru tey vælkomin at ringja til Biritu Arge, samskipara, tlf. 218845 ella Jóhannes Miðskarð, samskipara, tlf. 299426.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forestavalið 2020
Strandferðslan eigur ongi skip
Ein í koronakø: Vit larraðu okkum fram í næstan seks tímar
Obama stuðlaði islamum at byggja mosku, har Twin Towers stóðu
Til lukku Bárður
Vespureiðrið (146) - 10. aug. 2020
Størsta vinningsbýti nakrantíð í Evropa
Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda
Samrøða: Elsti maður í Barentshavi­num farin seinasta túrin
Kendist gott at koma her
Við fastur síni til konsert
Suðuroyar Sjúkra­hús: Vit pota eisini í dag leygar­dagin 8. august
Venjara­felagið: Vit undrast yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði
Borgar­stjóri: Haldi tykkum burtur í kvøld
Fyritøkur sum Burberry, Nike og H&M brenna síni avlopsklæði
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 33)
Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria
Brandur Sandoy svarar Linjohn Christiansen aftur
Á Torginum 4. aug. 2020 - Samrøða: Betty og Jógvan við Keldu (uppt. sept 2010)
Beirut: Russiskur reiðari undir illgruna
Ikki alt er so galið kortini
M. C. RESTORFF SJEYTI
Danmark setir fleiri lond á gula listan
So eksploderaði smittan: 14 nýggir koronatilburðir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi