Metstórur stuðul frá Team Rynkeby
Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, á samkomu í Aulini í Finsen í gjár. Og Innkomna peningaupphæddin í ár er metstór - 1.407.000 kr.
Tá Team Rynkeby á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul meira breitt, nevniliga til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum.
Team Rynkeby vil við hesum so miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt hava veitt teimum í strembanini eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis við at tey gera nakað gott fyri seg sjálvan. Tað boðar Team Rynkeby frá í tíðindaskrivi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur