85 millónir til Svalbard frá reikferðavinnuni
Ferðavinnan í Longyearbýnum á Svalbard hevði 85 milliónir danskar krónur í inntøku frá reikferðavinnuni (krús-skipum) í 2018.
Tað er Epinion, sum hevur kannað inntøkurnar frá reikferðavinnuni í Longyearbýnum á Svalbard fyri Visit Svalbard. Kanningin vísir, at munandi upphæddir verða brúktar, bæði tá reikferðavinnan kemur við ransóknarferðaskipum og vanligum reikferðaskipum.
Hetta er fyrstu ferð, at nýtslan hjá reikferðavinnuni í Longyearbýnum verður kannað, so onki er at samanbera við.
Í kanningini hyggur Epinion eftir nýtsluni, sum hvørt einstakt ferðafólk hevur í landi í Longyearbýnum og hugt verður eisini eftir hvussu nóg reiðaríini brúka – til dømis í proviantering, útferðum, gisting, vitjan á matstovum, havnargjøldum, umhvørvisgjøld og líknandi.
Kanningin vísir, at hvørt einstakt ferðafólk við rannsóknar-reikferðaskipum leggur 4.235 norskar krónur eftir seg, meðan ferðafólk við vanligum reikferðaskipum leggja í miðal 810 norskar krónur eftir seg. Rannsóknar-reikferðirnar leggja sostatt 5,2 ferðir meira eftir seg enn vanligu reikferðirnar.
Í norsku ferðavinnuni meta tey kanningina hava stóran týdning og eitt gott ílegg til kjakið um reikferðavinnuna.
Kelda: antares.fo/Skipsrevyen
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur