Maersk-dálking verður nú kannað
Lea Wermelin, danskur umhvørvisráðharri, fer at seta í verk eina kanning av havumhvørvinum og fiskastovnunum, eftir at Maersk Oil ólógliga hevur koyrt kemikalium í havið frá donskum oljupallum.
Umhvørvisráðharrin ger sostatt eftir ynskinum hjá Danmarks Fiskeriforening, sum hevur sóknast eftir einari grundleggjandi kanning av møguliga árininum, sum dálkingin hevur ført til.
- Eg skilji væl, at fiskimenn stúra, og tað er eisini tí, at vit seta hesa kanningina í verk, sigur Lea Wermelin við Danmarks Radio.
Stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini fegnast um kanningina, tí eisini teir vilja hava at vitaMae, hvussu nógv útlátið hevur dálkað.
Umhvørvisráðharrin hevur ikki enn gjørt av, hvør skal gera kanningina, men mett verður, at tað fer at taka tvey ár at gera hana. Tað almenna fer at rinda fyri kanningina.
Kelda: antares.fo/DR/Maritime Danmark
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur