Fiska 30-48% minni enn til ber at fiska
Í einari hoyring í amerikonsku kongressini segði Ray Hilborn, professari, at seinastu 20 árini eru fleiri og fleiri prógv funnin, sum siga at orsøkin til at fiskastovnar minka eru aðrar enn ov nógv veiða.
Ray Hilborn, ið seinastu 40 árini hevur granska í havlívfrøði á universitetinum í Washington, vísti á kanning av 230 ymiskum fiskastovnum, sum langtíðarkanningar vóru gjørdar at. Har vísti tað seg, at 69% ella 159 stovnar broyttust, tí at umstøðurnar broyttust. Bara 18% ella 41 stovnar vístu seg at fylgja ástøðinum um at biomassin ella støddin á gýtingarstovnurin var avgerandi fyri hvussu nógv tilgongd var til stovnin. Tey seinastu 13 prosentini ella 29 stovnar høvdu onki samband, hvørki við broyttar umstøður ella støddina av gýtingarstovninum.
Í hesi somu hoyring, kom fram, at man hevði kanna tøl fyri fiskiskapin í USA. Og tað vísti seg, at 22% av fiskastovnunum verða ov hart troyttir, meðan 77% verða ov lítið troyttir. Hendan meting er út frá teimum háttum fiskifrøðingar vanliga nýta til at meta um fiskastovnar.
Um teir fylgja hesum metingum, ber til at fáa tey 22% av fiskasløgum, sum eru smærri fiskastovnar at geva meira. Tað svarar til 3% meira úrtøku úr fiskivinnuni tilsamans.
Fylgja vit fiskifrøðingum, so missa amerikanarar nógv í teimum 77% av fiskastovnum, har teir fiska ov lítið. Tilsamans verður mett, at missurin er 55% av hesum fiskasløgum.
Tilsamans ber tí til, sambært amerikanska granskaranum, at fiska millum 30-48% meira enn gjørt verður í dag. Tí missa amerikanarar bæði arbeiðspláss og inntøku.
95% av hesum missi er frá stovnum, ið fiska verður ov lítið av, eftir ráðgeving frá fiskifrøðini.
Í hoyringini verður víst til at toskabann á Georges Bank viðførur, at ikki ber til at fiska onnur fiskasløg har og tí verða færri arbeiðspláss og minni úrtøka.
Toskastovnurin í Íslandi verður brúktur sum dømi um broytingar, sum henda í umstøðunum og gera, at stovnar eru størri summi ár og minni onnur ár. Hetta verður víst við talvum og tølum heilt aftur til 1950
Øll frágreiðingin ið Ray Hilborn hevði fyri kongressini, kann lesast her
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur