Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Títtleikin av demensi er tann sami ella heldur lægri í Føroyum enn í øðrum evropeiskum londum.

Vísind | 23/09-2019 13:00

Fyri stuttum var vísindalig grein, sum viðger títtleikan av demens í Føroyum, almannakunngjørd.

Hon er grundað á kanning, hvørs endamál var at kanna títtleikan av demens hjá fólki í Føroyum, 60 ár og eldri, í tíðarskeiðinum 2010-2017 og kanna, hvussu nógv fólk árliga hava fingið staðfest demens hettar tíðarskeið.

Úrslitini vísa, at títtleikin av demensi er tann sami ella heldur lægri í Føroyum enn í øðrum evropeiskum londum.

Tað skrivar gransking.fo og vísur til greinina niðanfyri.

Títtleikin av demens í Føroyum
Fyri stuttum var vísindalig grein, sum viðger títtleikan av demens í Føroyum, almannakunngjørd. 

Hon er grundað á kanning, hvørs endamál var at kanna títtleikan av demens hjá fólki í Føroyum, 60 ár og eldri, í tíðarskeiðinum 2010-2017 og kanna, hvussu nógv fólk árliga hava fingið staðfest demens hettar tíðarskeið.

Úrslitini vísa, at títtleikin av demensi er tann sami ella heldur lægri í Føroyum enn í øðrum evropeiskum londum. Í tíðarskeiðinum 1. januar 2010 til 31. desember 2017 fingu í alt 539 fólk, 60 ár og eldri, staðfest demens. Av hesum vóru 60% kvinnur, og miðalaldurin var uml. 79 ár. Størsti parturin (73%) fekk staðfest Alzheimers sjúku, meðan hini høvdu onnur sløg av demensi. Harumframt fingu 16 fólk, yngri enn 60 ár, staðfest demens í sama tíðarskeiði.

Insidensurin ella títtleikin, tvs. árligir nýggir tilburðir frá 2010 til 2017, var 5.1 per 1000 persónar. Prevalensurin ella útbreiðslan, tvs. talið av tilburðum í alt per ár, í árunum 2010 til 2017 var 23 per 1000 persónar fyri fólk ≥60 ár í tíðarskeiðinum 2010-2017. Í mátunum, har hædd verður tikin fyri aldurs- og kynssamanseting í Føroyum, samanborið við Evropa, tykist títtleikin í Føroyum at vera á sama støði ella kanska eitt sindur lægri.

Niðurstøðan av kanningin er, at árliga talið av nýggjum tilburðum av demensi er nøkulunda javnt, meðan talið av føroyingum, sum hava fingið staðfest demens, veksur. Mest sannlíka forkláringin til hettar er, at vit gerast alsamt eldri og eldri. Tó sær út til, at títtleikin er á leið ella eitt vet lægri enn tann hjá okkara grannalondum.

Í mun til okkara grannalond hava vit í Føroyum ikki áður havt hagtøl fyri, hvussu nógv fólk eru rakt av demensi, og er hetta fyrsta føroyska kanning av sínum slag. Tað er týdningarmikið fyri føroyska heilsuverkið at hava eina meting um, hvussu nógv fólk eru rakt av ymsum sjúkum og/ella lívsstøðum fyri at gera framtíðarætlanir, og hetta er eitt stig á leiðini.

Greinin, sum hevur heitið: “Trend in the Incidence and Prevalence of Dementia in the Faroe Islands” er almannakunngjørd í altjóða viðurkenda tíðarritinum Journal of Alzheimer’s disease. Maria Skaalum Petersen, lektari, hevur skrivað greinina, og hjá-rithøvundarnir eru: Marjun Restorff, Tórmóður Stórá, Gunhild Waldemar og Sofus Joensen. Greinin kann frítt lesast her

Kanningin er gjørd sum eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum og Fróðskaparsetur Føroya.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi