Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Listafólk til H-bygningin funnin

Innanlands, Mentan | 24/02-2017 09:38

Seinnapartin í gjár vóru nøvnini á listafólkunum, sum skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, almannkunngjørd. Samanlagt 40 uppskot vóru at velja ímillum úr bæði Føroyum og útlandinum.

Av hesum hevur listabólkurin, ið er knýttur at verkætlanini, valt trý listafólk til at menna og fremja síni listarligu íkast til H-bygningin.


Hátíðardámur var í forhøllini á Landssjúkrahúsinum seinnapartin í gjár, tá nøvnini á listafólkunum, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin skuldu avdúkast.


Longu á heysti 2016 lýsti listabólkurin eftir listafólkum til at prýða H.bygningin, og tá avtornaði vóru samanlagt 40 uppskot at velja ímillum. Listabólkurin hevur frá byrjan lagt stóran dent á, at listafólkini skulu draga sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi við í listarligu tilgongdina. Samstundis hevur tað verið umráðandi, at listafólkini arbeiða við samanspælinum millum lekjandi list og listahandverk, arkitekturinum og umhvørvinum kring bygningin, og at støðið verður tikið í føroyskari mentan.


Á samkomuni í gjár bjóðaði stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, fyrst vælkomin. Síðani hevði Jan á Argjaboða, verkætlanarleiðari hjá Landsverki fyri H-bygningin, eina framløgu um endamálið við og innihaldið í nýggja bygninginum.


- H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður ikki bert nýskapandi í sjálvum sær, men fer í stóran mun at nútímansgera allar mannagongdir á Landssjúkrahúsinum, ið eftir ætlan skulu vera til frama fyri bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk.


H-bygningurin er ein sera stór verkætlan í føroyskum høpi, og verður hartil ein týðandi og sjónskur partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Bygningurin fer at liggja vakurt afturat verandi bygningum við framsíðu út ímóti havinum og Sandagerði. Teir 11.000 fermetrarnir, sum eru lutaðir sundur á fýra hæddir, fara at fevna um psykiatriskan depil, somatisk seingjapláss, føðistovur, endurvenjing, køk og matstovu, segði Jan á Argjaboða millum annað.


Síðani fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum, Siri Stenberg, orðið. Hon hugleiddi fyrst um týdningin av list í sjúkrahúshøpi, um "healing architecture" og tað, at listin kann skapa tryggleika, troysta, geva vón, stimbran og gleði. Síðani avdúkaði hon nøvnini á teimum listafólkum, ið hava fingið uppgávuna at listprýða H-bygningin. Og listafólkini eru:

 

Guðrið Poulsen (f. 1961), sum er úr Havn, hevur arbeitt í tríati ár við leiri. Guðrið er bæði kend fyri sín vakra keramikk og sínar abstraktu leirskulpturar. Til H-bygningin fer Guðrið at arbeiða við umhvørvinum kring bygningin oman móti sjóvarmálanum, umframt innandura listprýði.


Javier Tapia (f. 1976) er upprunaliga úr Kili, men býr og arbeiðir nú í Keypmannahavn. Javier er fjøllistamaður, har alt frá innstalatiónum og video til tekningar og kollasjur mynda hansara listarliga virksemi. Javier fer at framleiða nakrar staðspesifikkar installatiónir, har áskoðarin kann kava inn í frásøgur, sum taka støði í føroyskari siðmentan


Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950) býr á Eiði, har hon í sínum verkstaði framleiðir málningar, sum bera eina søgu um lívið kring hana, t.d. familju, trúarlív og nattúru. Sigrun arbeiðir við einum forteljandi og figurativum stílslagi, sum liggur á markinum millum magiska realismu, súmbolismu og naivismu.


Harumframt eru tvey listafólk sett at menna og fremja smærri verkætlanir. Tey eru:

Rannvá Kunoy (f. 1975) úr Havn, sum býr og virkar í London. Rannvá arbeiðir við málningalist, og hennara málningar eru eyðkendir. Myndirnar eru nærum fotografiskar, og gevur myndbúnin myndunum eitt orkufult immaterielt brigdi.


Brandur Patursson (f. 1977), sum býr og virkar í Havn, arbeiðir fyrst og fremst við glasi og ljósi á ein hugvekjandi hátt.


Ætlanin er, at listafólkini skulu fylgja byggingini og fáa íblástur frá sjúklingum, starvsfólkum og bygninginum sjálvum.


At enda fingu tey trý listafólkini, Guðrið Poulsen, Javier Tapia og Sigrun Gunnarsdóttir høvi at siga nøkur orð.


Les annars meira um H-bygningin undir "Verkætlanir" á heimasíðuni hjá Landsverki her


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi