Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

ICES tilmælið fyri uppsjóvarfisk 2020

Fiskivinna | 01/10-2019 22:30

ICES kunnger í dag tilmælini fyri uppsjóvarfisk fyri 2020. Mest loyvda veiðan fyri makrel hækkar 20%, tilmælta svartkjaftaveiðan er á sama stigi, meðan hon lækkar 11% fyri norðhavssild.

Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 922.064 tons fyri 2020, hetta er 20% hægri enn tilmælið fyri 2019. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá er stovnurin minkaður aftur. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 4,39 mió. tons, sum er væl oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001, og síðani 2011 eru flestu árgangirnir mettir at vera yvir miðal, serliga 2016 og 2017 árgangirnir.

Veiðitrýstið er minkað síðani 2003, men hevur tó ligið yvir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (Fmsy = 0.23).

Strandarlondini ES, Noreg og Føroyar hava biðið ICES um at meta um eina nýggja langtíðarumsitingatætlan fyri makrel, eftir at ICES í 2019 kom við nýggjum tilvísingarvirðum fyri veiðitrýst (Fmsy) og gýtingarstovn (Btrigger).

ICES tilmælið

Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 1,16 mió. tons fyri 2020, sum er eitt lítið vet hægri (2%) enn tilmælið fyri 2019. Gýtingarstovnurin er mettur at vera 4,3 mió. tons, og er minkaður síðani 2018, men er enn væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Nógvir góðir árgangir eru komnir undan seinastu árini, tó vera árgangirnir síðani 2017 mettir at vera undir miðal, og tí fer stovnurin at minka komandi árini.

Veiðitrýstið er minkað síðani 2015, men er tó enn nakað yvir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (Fmsy = 0.32).

ICES tilmælið

Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 525.594 tons fyri 2020, sum er ein lítil (11%) minking frá í fjør. Gýtingarstovnurin er 3,65 mió. tons í 2020, og hevur verið í støðugari minking síðani 2008. Í dag er gýtingarstovnurin av norðhavssild júst oman fyri markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast (3,184 mió. tons). Tilgongdin síðani 2005 er mett at verða vánalig, undantikið árgangirnir 2009, 2013 og 2016, ið tykjast at verða miðal.

Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015, men er mett til at vera júst undir hágmarkinum fyri, nær varsemi skal vísast.

ICES tilmælið

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardygga veiðu (tons) fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel í 2020 og broytingarnar frá 2019:


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi