Bretskir sjómenn ilskast inn á risa-trolara í bretskum sjógvi
Bretsk sjófólk ilskast um ein risastóran litaviskan trolara, sum í hesum døgum trolar í bretskum sjógvi. Talan er um 6.200 tons stóra trolaran, Margiris, sum er skrásettur í Litava.
Bretar vísa á, at trolarin er fjúrtan ferðir størri enn nógv av bretsku fiskiskipunum, og teir óttast hendan velduga trolara-kapasitetin. Samstundis óttast umhvørvisfelagsskapir, at bæði tunfiskur, delfinir og aðrir hvalir skulu enda í risastóra trolinum hjá Margiris.
Trolarar á hesi støddini hava verksmiðju umborð, og kunnu framleiða 250 tons av fiski um dagin. Avstralia bannaði fyri nøkrum árum síðani hesum slagnum av risa-trolarum at fiska í avstralskum sjógvi.
Bretskir sjómenn hava fingið bretsku sjóverjuna at fara umborð á litaviska trolaran at kanna, um loyvini eru ílagi. Og tað eru tey. Stóri trolarin hevur loyvið at fiska í bretskum sjógvi sambært ES-reglum.
The Telegraph skrivar, at eftir eitt Brexit kunnu bretskir myndugleikar tveita litaviska trolaran úr bretskum sjógvi. Spurningurin er so, um risastóri trolarin kann royna aðrastaðni – til dømis við hjálp av stráðmannavirksemi.
Mest lisið í farnu viku

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Høvdu vit átt ein Brand Sandoy, so var annarleiðis her

Framfýsin borgarstjóri: ongin orsøk at fella i fátt

4,8 milliónir hava sæð filmin um filippinarar í Føroyum

Forkvinnan í Kringvarpstýrinum heldur eisini at ein kanning skal setast í verk, um lekan í KVF

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang

Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmálini hjá ST

Úr myndasavninum – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum

R7 eisini rakt av fútabanni

Útlendskur ognarskapur í føroysku fiskivinnuni má út

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

Fiskaðu tosk, men avreiddu sild

Jólapakkarnir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk

So er Hasfjord helst á veg í flotan- Løgtingið samtykt 10 milliónir til ferjukeyp

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

Samrøða: Óli Jacobsen um bókina “Njál – ljós í skugga”

Skattamálið snýr seg ikki um boðberan

Er tað so KVF sum hóttir trygdina í Føroyum?

TALUFRÆLSI

Úr myndasavninum: Nøkur orð um 67 ára gamlan komfýr og ovnar úr stoypijarni

Professari á DTU: Ætlanin er at fólk skulu hava elektroniska flís í heilan

Bókatátturin (2)

Metis - Øll sendingin - 10. des 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











