Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum.

Innanlands | 10/10-2019 08:05

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfelagsgagnlig endamál.

Síðan jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Seinastu tvey árini hevur grunnurin latið felagsskapinum KRIS, skótaliðnum hjá KFUM og ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, ið er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, stóran stuðul.

Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út. Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Heiðrik á Heygum sniðgivið jólamerkini. Eitt ark við 30 merkjum kostar kr. 30,00 og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 4. november 2019.

Vælgrundaðar umsóknir við fullfíggjaðari fíggjarætlan hava fyrimun. Tó kann stýrið játtað stuðul eftir egnum uppskoti.

Freistin at senda inn umsókn er 31. oktober 2019 og hon skal stílast til:
Jólamerkjagrunnurin
Postsmoga 3009
110 Tórshavn


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (136) - 2. juni 2020
Jan Lamhauge: Eik-málið átti at verðið roynt í Rættinum
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 23 )   
Í øðini eftir samrøðu við Trump
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - ein dugnaligur brævskrivari!
Samrøða við Rannvá G. Niclasen um mótmæli og korona í New York
Partabrøv til starvs­fólk hjá Bakkafrosti
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 3. partur
Svimji- og baðoasa í Tjaldavík
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Norð­oyastevna á netinum
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
Samrøða: Ógvusligar lógir samtyktar í skugganum av korona
KIRKJUR, SAMKOMU- OG MISSIÓNS­HÚS - nú verður latið uppaftur!
Hotel Brandan letur upp 1. juli
Sjófólk sleppa ikki í land aftur
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
DRONNING ELISABETH OG PÁSKA­HÁTÍÐIN - fyri fyrstu ferð í 68 ár
Listaframsýning við Silju Strøm í Gamla Seglhúsi­num í Klaksvík
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi