Útlendingar í føroyskari fiskivinnu
Í 2007 vóru øll fiskiloyvi uppsøgd. Orsøkin var, at politiska skipanin kendi seg ótrygga við, at feløg við útlendskum íleggjarum keyptu skip fyri óhoyrdar upphæddir. Fólk sóu vandan í, at fiskivinnan endaði í útlendskum hondum. Samtyktin at siga fiskiloyvini upp var einmælt, og tingfólk vóru, so sum eg minnist, samd um, at útlendskur kapitalur ikki átti at vera í veiðiliðinum. Tað, sum átti at verið gjørt tá, var sjálvandi, at samtyktin var fylgd upp beinan vegin, og reglur gjørdar, sum søgdu, at eftir 1. jan. 2018 fingu bert reint føroysk feløg fiskiloyvi. So høvdu feløgini við útlendskum kapitali tað at fyrihalda seg til.
Men tíverri gekk tíðin, uttan at nakað sum helst bleiv gjørt við at gera eina nýggja lóggávu. Seinasta samgonga setti sær fyri at loysa málið við eini breiðari semju, men, sum vit øll vita gekst tað ikki eftir ætlan og endaði við eini alt ov teprari samtykt seint í 2017.
Tá málið bleiv tikið upp, hugsaði eg við mær sjálvum, at um so einki annað spurdist burtur úr hesi nýggju lógini uttan tað, at útlendingar fóru burtur úr fiskivinnuni, so var, um ikki alt, so ið hvussu so er tað týdningarmesta fingið upp á pláss. Uppsøgn av útlendska kapitalinum var samtykt í nýggju lógini, og tað haldi eg var eitt av teimum góðu tingunum, saman við tí, at latið var upp fyri, at nýggir aktørar fingu møguleika at royna seg. Sjálvandi er tað truplari at avvikla útlendingarnar nú, enn tað hevði verið, um teir í 2007 høvdu fingið greitt at vita, at teir ikki sluppu at halda fram eftir 2018. Men tann kampurin er tikin upp við nýggju lógini, og hann eiga vit kempa til endan. Gera vit ikki tað nú, fáa vit ongan møguleika aftur.
Samgongan ætlar, at kvoturnar, sum eru farnar á uppboðssølu og til menningarkvotur skulu seljast einaferð með alla og latast sum varandi loyvir. Tað kann gott geva meining. Men eg haldi ikki, at tað gevur meining, um verandi stóru aktørar og so als ikki útlendingar, skulu sleppa fram at hesum kvotum. Tær eiga at vera bodnar út ella latnar til føroysk feløg.
Ført verður fram, at ikki ber til at gera íløgur í skip, uttan so, at kapitalsterkir útlendingar standa aftanfyri. Hetta argument skilji eg snøgt sagt ikki. Føroyingar hava, líka síðan Nólsoyar Páll bygdi Royndina Fríðu, keypt og bygt skip, uttan at útlendingar hava verið uppií. Men eftir 2007 letur hetta seg knappliga ikki gera.
Veruleikin er tó, at tey feløg, sum eru reint føroysk, í hesum tíðarskeiði hava gjørt risastórar íløgur bæði í skip og virki. Enntá megnaðu miðvingar saman við øðrum at keypa Katrin Jóhonnu uttan útlendska hjálp, hóast teirra fiskirættindi eru sera avmarkað. Tillukku við tí og góða eydnu! Jú, sjálvandi megna vit, um vit vilja.
Støðan minnir meg ikki sørt um støðuna í 1972, tá stórt trýst lá á føroyingum at fara inn í EEC, sum ES tá varð rópt. Summir politikkarar vóru fyri, og fleiri ivaðust. Men eftir drúgva viðgerð gjørdist úrslitið til alla lukku, at eitt samt løgting tók undir við, at Føroyar skuldu vera uttanfyri. Orsøkin til hesa støðutakan var júst tann, at vit ikki vildu lata útlendingar fara avstað við fiskiríkidøminum. Og tá var fiskimarkið einans 12 fj., -eitt frímerki afturímóti tí øki, vit í dag eiga. Eg vildi ynskt, at vit vóru líka tilvitað í dag, sum vit vóru í 1972 og fyri so vítt eisini í 2007.
Eg vil staðiliga heita á løgtingið, um at síggja álvarsemið í hesum máli. ES stendur til at missa meginpartin av teirra havøki við Brexit. Sjálvandi vilja teir gera alt fyri at fáa fótin fastan í okkara øki!
Rúni Hentze
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Kokkurin er færeyingur

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Is Fake News a Myth?

Fara nú á kalvaveiðu

Tunnilsgjald

Amnesty vil hava “óavmarkađan altjóđa rætt til fosturtøku”

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Ein brokkmanslestur.

Dúvugarðar

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Hestur aftur gloymd

HOLOCAUST MINNINGARHALD

Álit viðvíkjandi klagu um setan av stjóra til Tjóðpall Føroya

City Church Tórshavn

Tímar í persiskum

Vaktarskifti á vatnverkinum

Fyribilsvegurin inni í Bø verður stongdur
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











