Kurdiskur politikkari er helst dripin í Sýria
Generalsekreterurin í politiska flokkinum The Future Syria Party, Hevrin Khalaf, er helst dripin. Kurdiski politikkarin skal vera dripin í einum turkiskum álopi við býin Qamishlo í Sýria, siga tíðindafólk á staðnum.
Kurdiski politikkarin Hevrin Khalaf var generalsekreterur í flokkinum The Future Syria Party.
Hon sigst vera dripin, tá bólkar í Sýria - stuðlaðir úr Turkalandi, royndu at taka yvir í býnum Qamishlo. Tað skrivar millum annað tíðindarásin Kurdistan 24 English og tíðindastovan ANHA.
Andlátið er ikki váttað av myndugleikunum, men politiski flokkurin hevur sjálvur boðað frá tí í einum tíðindaskrivi.
– Tað er við djúpari sorg, at Syria Future Party syrgir martýrdeyðan hjá ingeniøri Havrin Khalaf, generalsekreteri í Syria Future Party. Hetta hendi meðan hon gjørdi sínar tjóðskaparligu og politisku skyldur, skrivar politiski flokkurin í tíðindaskrivinum.
Tað skrivar NRK.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur