Mary krúnprinsessa er vorðin ríkisfyristøðufólk
Mary krúnprinsessa var herfyri útnevnd ríkisfyristøðufólk. Tað merkir at hon, eins og Joachim prinsur og Benedikte prinsessa, kann verða tann sum stýrir kongaríkinum um drotningin er burturstødd.
- Hendes Majestæt Dronningen har på dagens statsråd fået tilslutning til, at Hendes Kongelige Højhed Kronprinsessen fra i dag at regne kan indsættes som rigsforstander, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi sambært Jyllands-Posten.
Krúnprinsessan hevur undirskrivað eitt álit har hon lovar at halda grundlógina og eftir tað varð hon útnevnd ríkisfyristøðufólk.
Tá drotning Margretha er burturstødd eru so statt nú fýra fólk, sum kunnu koma í hennara stað - Frederik krúnprinsur, Joachim prinsur, Benedikte prinsessa og Mary krúnprinsessa. Tað skrivar Jyllands-Posten.
Umframt at verða ríkisfyristøðufólk er Mary krúnprinsessa eisini verji fyri meir enn 30 feløg. Teirra millum Dansk Flygtningehjælp, Julemærkefonden og gentukórið hjá DR.
Mary krúnprinsessa, sum upprunaliga kemur úr Avstralia, varð gift inn í danska kongshúsið í 2004. Hon og Frederik krúnprinsur eiga fýra børn, sum eru millum 8 og 13 ára gomul.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur