Harmonikukvøld við felagssangi og dansi á Reinsarínum
Leygardagin 19. oktober fer Havnar Harmonikufelag at spæla til felagssang og dans á Reinsarínum. Afturat harmonikutónunum verður gittari, bassur og sangarar eisini at hoyra.
Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur, og leygarkvøldið fer Harmonikufelagið at fríska stemningin og ljómin upp, sum harmonikan er so kend fyri at geva.
Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur og framførsla av harmonikutónleiki. Seinna partin av kvøldinum verður dansað. Hugsast kann eisini, at tað verður farið upp á gólv við onkrari vísu.
Tað eldra ættarliðið hevur her eitt gylt høvi til eitt hugna-, sang- og dansikvøld burturav, verður sagt.
Gestirnir hesaferð verða limir úr Fuglafjarðar Harmonikufelag.
Um tiltakið á Reinsarínum stendur eisini, at barrin verður opin, og at hildið verður á til umleið á midnátt.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur