Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

HOYMA verður leygardagin

Innanlands, Mentan | 15/10-2019 22:15

Um festivalin siga fyrireikararnir, at HOYMA er heimsins heimligasta og hugnaligasta tónleikahátíð. Talan er um 20 konsertir í 10 heimum, og allar eru akkustiskar uttan ljóð- ella ljósanlegg.

Afturvendandi festivalurin, HOYMA, verður í Syðrugøtu nú leygardagin.

Í samrøðu við Jón Tyril, fyriskipara, greiðir hann frá, hvussu HOYMA byrjaði av fyrstan tíð:

- HOYMA byrjaði í 2013, men hugskotið er heilt frá 2007. Eg var stjóri á G! Festivalinum tá, og tað gekk illa økonomiskt og festivalurin fór av knóranum. Eg var so troyttur av øllum, sum hevði við festival at gera, at eg hugsaði, um tað mundi bera til at gera eitt tiltak, sum var tað øvugta av einum stórum festivali. Allar samráðingarnar um lønir, um gjald fyri anlegg og vaktir, og sponsorar. Øll hesi tingini, sum gera tað so innviklað. Umframt tað, at alt er so stórt og áskoðararnir standa so langt frá teimum framførandi. Í hesum tíðarskeiðnum beint eftir, at G! fór av knóranum, gekk eg so og hugsaði um at gera okkurt, sum var heilt øðrvísi. Og har kom tankin til HOYMA. Arbeiðstittulin varð tá Anti-festival.

Jón Tyril arbeiddi við nýggja hugskotinum í nøkur ár, har tað fekk sodnað. Í 2013 bleiv hugskotið til veruleika, og bæði heitið HOYMA, og núverandi konseptið bleiv til. Undirtøkan hevur verið góð øll árini.

- Endamálið við hesum er, at fólk koma saman, hoyra góðan tónleik og hava tað hugnaligt eitt kvøld nú um heystið. Um alt koyrir, vit selja øll atgongumerkini og fólk hava nakrar góðar upplivingar, so er tað eitt væleydnað tiltak fyri okkum. Og tað hevur eydnast heilt væl hvørja ferð.

Ein bólkur, sum Jón Tyril hevur roynt at fingið at framført á HOYMA líka síðan festivalurin byrjaði, er Dupultkvartettin úr Ebenezer. Hetta er endiliga eydnast teimum í ár. 

-Tað hevur ongantíð ligið fyri, og altíð okkurt, sum er komið í vegin. So at fáa Dupultkvartettina á skránna í ár er nakað, sum fyri meg persónliga er ordiliga stuttligt.

Jón Tyril nevnir eisini Die Færøsche Polkaband, - sum er heilt nakað annað, men heldur eisini tað vera ordiliga stuttligt at uppliva inni í einari stovu.

Triðja boðið upp á eina framførslu, sum fólk kunnu gleða seg til í ár, er klaverkonsertin við Mattias Kapnas. Hann væntar, at tað fer at vera nakað heilt serligt - og aftur ein heilt onnur sjangra. HOYMA er ikki bundið upp á tónleikasjangrur, men tað snýr seg um at finna nakað, sum kann rigga og geva eina góða uppliving inni í einari stovu.

Tey, ið framføra á HOYMA í ár eru Dupultkvartettin úr Ebenezer, Die Færøsche Polkaband, Lea Kampmann, Hallur Joensen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Danny og Símun (úr Danny and The Veetos), Jógvan, roWan, og Mattias Kapnas.

Aftaná HOYMAkonsertirnar umleið kl. 23.30, bjóðar Tónleikasamtakið Grót til opið hús í Tøting. Har verður ein framførsla við Hamradun accoustic trio og Bjørn Hentze Bech fer at leggja plátur á fyri rest.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi