Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Venjarafelag Føroyar: - ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt

Innanlands, Ítrottur | 18/10-2019 10:33

Tað, at bara eitt lið flutti upp úr 1. deild í fjør, og tað, at sannlíkt onki lið flytur upp í ár, meta vit í VFF er ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt.

Venjarafelag Føroyar (VFF) ynskir við hesum tíðindaskrivi at seta fokus á fótbólts-kappingina í vaksnu deildunumí Føroyum. Er verandi kappingarleistur nøktandi í mun til menning av føroyskum leikarum? Er talið og skipanin av liðum í bestu-og næstbestu deildunum hóskandi?

Tað, at bara eitt lið flutti upp úr 1. deild í fjør, og tað, at sannlíkt onki lið flytur upp í ár, meta vit í VFF er ein katastrofa fyri føroyskan fótbólt.

Í 1988 var besta deildin hjá monnum í Føroyum víðkað úr 8 liðum upp í 10 lið. Og í 2005 var dystartalið hækkað úr 18 upp í 27 dystir í landskappingini. Gamaní hava ikki allir dystir verið líka spennandi og harvið gevandi fyri bæði liðini, men økta dystartalið og longda kappingartíðin hevur givið fleiri leikarum betri kropsligan førleika.

Broytingarnar í kappingini í 1988 og í 2005, metir VFF, hava haft positiv árin á føroyskan fótbólt, og framgongdin hevur verið eyðsýnd.

Karmarnir til at íðka fótbólt eru betraðir munandi seinnu árini. Graslíkisvallir, stór og góð innandura venjingarhølilr og umklæðingarrúm, betri vallarljós o.a. eru at finna nærum allastaðni.

Men eru fleiri sum íðka fótbólt í dag í mun til fyri 10-20 árum síðani?

Staðfestast kann, at feløgini eru færri nú, og harvið eru færri lið í vaksnu deildunum, og tað heldur VFF, vera eina keðiliga gongd.

Í løtuni er kappingin í næstbestu deildinihjá monnum mest millum feløg, sum hava lið í bestu deildini, og harvið lið, sum ikki kunnu flyta upp. Og tey feløg, sum hava sítt fremsta lið í næstbestu deildini, hava ikki neyðuga góðskuna til at kappast um uppflyting.

Ein avleiðing av hesum, metir VFF, er, at tey fremstu liðini í bestu deildini, hava breiðan leikarahóp, og harvið eru leikarar, sum eftir okkara áskoðan høvdu havt betur av at spælt við bestaliði í øðrum felagi. Tí tá tú leikar við næstbesta liði, er ikki sama fokus á úrslit, og samansetingin av leikarum er ofta óheppin.

Hesi viðurskifti eru viðvirkandi til, at menningin av leikarum í Føroyum ikki er optimal. VFF heldur, at eitt veruligt kjak eigur at vera um, hvussu vit skipa okkara fremstudeildir í fótbólti. Í løtuni er ivasamt, um menningin gongur rættan vegin.

Vit kenna øll argumentini, at jú fleiri vit eru, sum leika fótbólt, jú fleiri evnaligir leikarar koma burturúr og harvið hækkar støði í landskappingin og á landsliðum. Men hetta nýtist ikki  at vera so. Tað kann vera meira avgerandi í hvørjum umhvørvi og á hvørjum fremsta liði, tú luttekur í, heldur enn at luttaka á næstbesta liði.

Á kvinnusíðuni í løtuni er avbjóðingin at fáa fleiri at leika fótbólt. VFF metir, at tá talið av leikarum/feløgum er økt og harvið fleiri møguleikar at fyriskipa kappingina, tá er grundarlag fyri kjaki um, hvussu deildirnar á kvinnusíðuni skulu verða skipaðar frameftir.

VFF vónar, at fótbólts-Føroyar tekur væl ímóti hesum tíðindaskrivi og ynskir at føra eitt gott og uppbyggjandi kjak um evnið.

Innsent tíðindaskriv.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi