Uppreistur í Chile: sjey fólk eru deyð
Í Chile eru fimm fólk deyð, eftir at mótmælisfólk settu eld á eina klædnaverksmiðju tætt við høvuðsstaðin, Santiago. Samlaða talið á deyðum er tí komið upp á sjey.
Í Santiago hava tey boðað frá undantaksstøðu. Og undantaksstøða verður væntandi eisini í stórbýum í bæði norður- og suður-Chili heilt skjótt.
Herurin og løgreglan hava higartil brúkt táragass og vatnkanónir ímóti mótmælisfólki. Tvey fólk hava eisini fingið løstir av skotum frá løgregluni, boða embætisfólk frá. Tey siga frá 70 tilburðum, ið hava við harðskap at gera, og mótmælisfólk hava verið inni í 40 sølumiðstøðum og øðrum fyritøkum og rænt. Útigongubann er tí sett í gildi í stóru býunum.
10.500 løgreglufólk eru á gøtunum og 1.400 fólk eru handtikin higartil.
Uppreisturin, sum byrjaði við mótstøðu móti hægri prísi á metro-ferðaseðla-kostnaði, er nú blivið til øsing móti høga livikostnaðinum og mismuni í landinum sum heild.
Roknað verður við nógvum ófriði í Chile í dag, og nógvir bankar, skúlar og handlar eru stongdir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur