Stjól sjúkrabil og rendi á fólk í Oslo
Ein 32 ára gamal vápnaður maður tók ræðið á einum sjúkrabili í Oslo um hálvgum-eitt-tíðina í dag, og stutt eftir rendi hann á eina mammu við barnavogni - við tvíburðum. Tey eru í løtuni innløgd á sjúkrahúsi, og ógreitt er, hvussu støðan hjá teimum er.
Løgreglan arbeiðir við einari teori um, at onkur hevur skapað eitt bil-óhapp við tí fyri eyga, at stjala sjúkrabilin, sum varð sendur á staðið.
Tá ið hesin vápnaði maðurin fekk hendur á sjúkrabilinum, koyrdi hann víðari inn í Oslo, har hann koyrdi eftir gongubreytini og royndi at rena á fleiri fólk, - og rendi altso á mammuna við tvíburðavogninum.
Tað eydnaðist løgregluni við skotum at steðga vápnaða manninum í sjúkrabilinum eitt korter eftir, at maðurin hevði stolið hann. Løgreglan upplýsir, at vápnaði maðurin ikki er álvarsliga løstaður.
Meðan skotið varð eftir sjúkrabilinum, vóru trý starvsfólk hjá sjúkrabila-tænastuni inni í sjúkrabilinum, og ongin teirra hevur fingið løstir.
Norska løgreglan hevur leitað eftir einari 25 ára gamlari kvinnu, sum verður sett í samband við, at sjúkrabilurin varð stolin - hon er nú handtikin.Tey bæði handtiknu eru norsk. Handtikni maðurin, sum nú verður ákærdur fyri drápsroynd, er gamal kenningur hjá løgregluni. Maðurin hevur fyrr verið við í biljagstran, brýnt seg við eldbumbu, og er dømdur fyri at hótta løgregluna, fyri harðskap og rán.
Løgreglan fann rúsevni, eina høglbyrsu og ein maskinpistól í rænda sjúkrabilinum.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











