Listaframsýning við Edith Mørkøre í Ribarhús í Fuglafirði
17. oktober til 5. november sýnir Edith Mørkøre listaverk fram. Plantur, trø og vøkstur hava altíð givið listakvinnuni íblástur og tað sæst afturvendandi í flestu av verkunum á framsýningini.
Framsýningin verður opin mána- til fríggjadag frá kl. 15.00 til 17.30, og leygardag frá kl. 11.00 til 14.00, fram til 5 november.
Edith sigur soleiðis um framsýningina:
- Umframt at vera hugtikin av plantum, trøðum og vøksturi í sær sjálvum, so eri eg upptikin av tí speglingini millum ”fólk, lívið og støðunum ein er í” og so ”plantum, trøðum og trivnaðinum sum vøksturin er í”.
Vøkstur ímyndar í hennara huga lívsumstøður, sinnislag, viðgongd, mótgongd, byrjan av lívi, bestu árini, endan av lívinum, endurtøkuna av lívsins gongd og so framvegis.
Framsýningin er opin fyri almenninginum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur